Aug 31, 2014

Gunnvør 65

Eg havi kent Gunnvør altíð, ella altíð er so nógv sagt. Men vit hava livað í sama parti av Havnini, gingið í sama skúla og sunnudagsskúla. Gunnvør var systkinabarn Elisabeth, og eg og Elisabeth vóru vinkonur, so vit hittust javnan. Pápi og pápi Gunnvør Sverri kendust og prátaðu mangan bæði um politikk og annað. Men tað var í 2004, at nakrar damur teirra millum Gunnvør spurdu, um eg vildi gera ein lesiklubb saman við teimum. Og síðani tá hava vit hitst eina ferð um mánaðin. 2009.04.01 012

Vit byrjaðu við føroyskum bókum, men vit hava nú verið víða í bókmentunum, líka frá Irak til Grønlands og Íslands. Gunnvør er ein lesihestur, ofta hevur hon góð uppskot til, hvat vit skula lesa næstu ferð. Gunnvør hevur stóran áhuga fyri filmi, hon var í filmsfelagnum, og tá ið Norðurlandahúsið og Havnar bio hava serligar filmsdagar, er Gunnvør á staðnum.DSC09449

Tey seinnu árini hava okkara lívslagnur fingið so sjáldsama paralella gongd, fyrst bleiv Hans Marius sjúkur, so Erik, síðani doyði fyrst annar so hin. Vit eru nú báðar einkjur, og eg gleði meg at diskutera Marquez við hana í næstu viku, í bókini “Kærleiki í koleratíðini” eru nevniliga nógvar einkjur (nokso ólíkar okkum skikkiligu havnarkonum Smile).

IMG_4290 Nú ið Gunnvør er rakt av sjúku og situr í koyristóli, kemur hennara seiga lívskraft rættiliga til sjóndar. Altíð klár at finna loysnir og fáa tað besta burturúr, sum sæst á myndini omanfyri er hon ein fongur fyri eitt og hvørt selskap.

bókastev 002

Í gjárkvøldið var stór veitsla í B36 húsinum, Gunnvør segði, at hon hevði ætlað at hildið ball, tá ið hon fylti 60, men ta tíðina bar ikki til, og tá hevði hon lovað sær sjálvari, at hon skuldi gera tað, tá ið hon fylti 65.

P1030726

Arbeiðsplássið hjá Gunnvør MMR var væl umboðað, og nógvar talur vóru, men tann besta talan og tann mest rørandi  var Maikensa tala. Ronk sum eitt ljós og í flottum føroyskum klæðum, gav hon okkum klármælt innnlit í Gunnvørsa lív við familjuni, og vit hugsa, at Maiken eigur sín stóra lut í veitsluni og øllum, sum hevur við Gunnvør at gera.

P1030687P1030695

Ein av gávunum, Gunnvør fekk, var ein framførsla hjá Riu og Súsannu Tórgarð, og tað var sera væl eydnað.

P1030704

Dansifelagið hjá Gunnvør var eisini umboðað, og vit dansaðu Flóvan Bænadiktsson og nakrar sangir. Spælimenn vóru eisini, og fólk fingu sær svingom.

Góða Gunnvør vit heilsa tær á føðingardegnum við takk fyri títt inspirerandi lívsjáttandi íkast til okkara lív.

P1030688P1030721

Aug 28, 2014

LISA SKRIVAR GESTABLOGG

Nú er ein mánaður farin, og eg havi upplivað mangt í tí stuttu tíðini. Eg fór til Føroyar fyri at fara á føroyskt málskeiđ á Fróðskaparsetrinum. Hetta er mín fyrsti kjansur fyri at læra hasar torføru bendingar, sum altíð hava verið eitt problem fyri ein hálvføring, íð hevur ongantíð búð í Føroyum.

P1030663

Tey síðstu nógvu árini havi eg bara verið í Føroyum í eina-tvær vikur í senn, og tað var deiligt at hava møguleika fyri at bara vera her uttan skund og vas. Ikki tí, eg havi upplivað nógv samman við ommu. Omma hevur víst mær alt tað kulturella, sum er at síggja í Havn – yrkingalesing, ballet og konsertir í Norðurlandahúsinum, vokssavnið og kirkjuna í Vestmanna, og avdúkning av kópakonuni í Mikladali.

IMG_20140801_145909

Skeiðið á Setrinum er fyri útlendingar við interessu í málinum ella tí føroyska kulturinum (aka. Ein eitt sindur eldri 'målgruppe' enn eg.) Gott var, at eg hevdi Eli Sigurð við fyrsta dagin, men aftaná eina løtu gjørdi tað lítlan mun, hvussu gamal ein var. Undirvísingin var deild upp í tvey partar, fyrrapartin høvdu vit mállæru, og aftaná døgurða vóru fyrilestrar um ymiskar partar av tí føroyska kulturinum. Tað var alt frá Hera Joensen í Týr til ein fyrilestur um 'Old Norse to moderne Faroese.'

imp. 12. aug 016

984189_10102914783791743_7855735893436468996_n

Sjálvt um málfrøði var í miðdeplinum (og tað var ikki líka tað, eg roknaði við) so lærdi eg nógv hesar 3 vikurnar á Fróðskaparsetrinum. Og skeiðið hevur gjørt ein stóran mun fyri mítt skrivliga mál, hóast har enn er nógv at arbeiða við. Tí ætli eg mær eisini aftur næsta ár, men í staðin fyri eitt skeið fari eg at leita eftir starvi í ein ella tvey mánaðir.

1546074_10154603253785294_1670084641562884736_n

Á skeiðinum var nógv ymisk fólk við ymiskum grundarlag og ymiskum ætlanum fyri skeiðið, og í gjøgnum hesar tríggjar vikurnar komu vit tættari hvørjum øðrum um ein var úr Svøriki, Panama, USA, Týsklandi, Finnlandi, Onglandi ella Danmark.

Aug 25, 2014

Ársins stevna

Sandoyarstevnan er ikki sum aðrar stevnur. barnatiltøkini eru spennandi og nýskapandi, og hóast tey eru ikki ókeypis sum á sjómannadegnum, so eru tey avgjørt bílig.

Kommunan bjóðaði morgunmat í teimum deiliga ljósu og nossligu hølunum hjá bókasavninum, nógv fólk var har, og morgunmaturin var sera góður og fjølbroyttur, bæði jogurt og frukt afturat øllum tí vanliga.

P1030433P1030445

Tíverri var ov lítið av fólki, tá ið stevnan varð sett, kanska tí at setanin var flutt. Tó vóru ikki bara Herbert og Magna og lurtaðu eftir Brandi Sandoy. SmileFólk hildu seg bara inni undir húsavegginum. Í røðu síni nýtti borgarstjórin náttúrumyndir, og niðurstøðan var , at uppgongutíðir eru, og framtíðin sær sólarljós út. Tað var ein deilga positivur boðskapur, og veðrið var gott, so vit fóru fegin oman á Sand at byggja sandslott.

P1030466

Hvør byggiharri fekk tillutað pláss á sandinum. Okkara slott var ein verjugarður rundan um lívsins træ, Yggdrasil, sum óndar maktir vilja skaða. Vit settu drekar á varðhaldi, og Magna gjørdi persónliga eitt hús til risan og kellingina, sum eru vaktarmenn. Men hon teknaði annars borðisk og mat í sandin, sum hon bjóðaði ommu síni.

P1030480P1030507P1030513P1030481

Eg veit ikki, hvør vann kappingina, men Wintherfamiljan fekk 3. prísin. Teirra slott hevði eina allé og stóra grøv rundanum. Vit síggja Andreas leggja seinastu hond á verkið.

P1030516

Síðani var at fara at koyra traktor, rógva í jollu og hoppa hoppiborg og fiska.

P1030523P1030526P1030534P1030541P1030546

Sum altíð er á stevnum, var eisini her útimøti, Frelsunarherurin var væl mannaður , tey komu suður. Systkinini Elisabeth og Njál í broddi fylkingar.

P1030592P1030597

Í Virkinum bar til at sløkkja sær tostan og fáa sær at eta. Hugnaligt at práta við Juttu og Niels

P1030602P1030601

Eitt stuttligt høli at vitja var hoyløðan á Grótteigum, har var tann fryntliga Katrin í barrini, og hinumegin vegin var ein minibiografur, serstakliga væl funnið uppá.

P1030569P1030572

Ein sera góður dagur heima á Sandi. Nú mundi eg gloymt at siga, at Herbert elskaði tarvin allarmest.

P1030590

Aug 16, 2014

Tey fýra tornini í Norðurlandahúsinum

Kanska ikki so góð vørulýsing at kalla leikin eina ballett. Búi segði eisini í útvarpinum, at hann er ikki balettdansari, men dansar modernaðan dans. Tað var nú ikki so nógv av dansi á pallinum.

Mær dámdi væl leikin, tónleikurin var frálíkur, og spælið var fínt. Tveir leikarar vóru, sum spældu fleiri rollur í part, og tónleikararnir spældu eisini við á pallinum, tá ið tað var neyðugt. Samanspælið ímillum báðar dansararnar, tá ið teir vóru í hornatøkum, var fantastiskt – ein rullandi pardansur og parbardagi á gólvinum.

Persónarnir umboða hvør sítt ættarlið, mammuna og barnið, unglingin og abban, sum gongur við stavi, og so eru teir eisini tann svarti og tann hvíti, tann góði og tann óndi ella kristin og muslimur. Í einari pallmynd síggja vit fýra menn breiða sær bønarmáttuna út og leggja seg at biðja, teir venda tó allir hvør sín veg, kanska teir hava hvør sína áskoðan. Beint aftaná verður ein persónur steinaður, rættiliga óhugnaligt.

10352883_668968503197410_5845597414174477000_n

Rættiliga nógv børn vóru til sýningina, kanska tí at tey lýstu við ókeypis bilettum til børn. Leikurin er tó ikki ein barnaleikur. Eg hevði lisið yrkingina hjá Williami um tey fýra tornini heimanífrá, og eg hevði sagt Herbert frá teimum. Herbert er seks ár, tað besta í leikinum sigur hann, var, tá ið beybiið etur klæðini, og mamman togar tey úr beybi aftur.

10403098_668968423197418_4296977826962316988_n

Pallmyndin er so sera kreativ,  ein toysnórur við nógvum hvítum klæðum og nógvum klemmurm var høvuðsrekvisittur á pallinum, og tað var t.d. á snórinum, at koddi og dýna hingu, so at persónurin fekk ligið (staðið) í seingini og sovið, og klemmurnar vóru nýttar bæði sum tenn, stavur og píningaramboð.

Lívsins ringrás og heimsins stóru ósemjur, alt  víst við rørslu, ljóði og hvítum løkum.

Flottur orðaleysur ljóðrørsluleikur.

Aug 14, 2014

Grannabøkur

Havi ofta hugsað um, bæði á bókasavninum og heima, at bøkur í bókstavarað er hent og praktiskt, men kanska nokso keðiligt og tilætlað. Eg meini Jógvansa bøkur eru altíð beint aftaná William og Rakel, altíð í sama grannalag, sum um tey vóru í hóslag.

Nú ið eg flutti, var ikki sama plássið til bøkur, og og tað er rættiliga tilvildarligt, hvør er sloppin við higar – enn. Hugsi bara : hevði William vitað aftur í verðina, at vera komin at standa undir liðini á hasum nógv umrødda danska politikaranum, sum so hinumegin hevur eina norska kvinnu sum yrkir um “Ulvekjeften”. Kanska William kortini er fegin, at Orwell stendur á somu hill. Bøkurnar hava fingið nýggjar grannar, Niels Petur í Nóatúni hugsar um, hvat vinstriflokkurin man ætla at gera við traðarlógina, og vinstramaðurin heldur, at Angelund eigur ar sleppa at velja heimahjálp sjálvur og gjalda hana sjálvur

P1030372

Eitt minni um Betrgljótmostir er eisini komið á hillina at standa, LIV eftir Kristofer Janson komin út í 1945, men skrivað í 1862. Ein romantisk norsk søga um kærleika og hatur, ættarstríð og semju. Og eg hugsi um Bergljótmostur, nær las hon hana, og slúkaði hon hana ella helt hon, at bókin var ov veruleikafjar? Las hon hana um kvøldið í seingini, tá ið vevurin var tagnaður, og omma var farin at sova, so hon fekk eina løtu fyri seg sjálva? Longdist henni burtur, og vildi hon fegin havt ein lívsfelaga eins og Liv í bókini? Viðhvørt haldi eg enntá, at tann teknaða myndin líkist Bergljótmostur, okey kanska mest hárið.

047

Teknaðu søguna MAUS havi eg fingið frá dótturmanninum úr Belgia, hon er við í pensumlistanum hjá teimum, krígsbrotsverk sum seta brotsverkini í Havn í perspektiv.

046

Sum við bókum er tað við fólkum, vit eru á eini hill saman við fólkum, vit kenna, familju, bindiklubba, mammubólki….um nú hillin verður umkalfatrað, detttur niður, brotnar, rotnar og so endar tú í einum kassa í reyðakrossbúðini við Sunnudagsskúlablaðnum og Lademanns…..uuhhhh so heldur í bókstavarøð.

Aug 10, 2014

Góðir summardagar 2014

Nú siga tey á portalinum, at juli mánaður hevur ikki verið so góður sum í ár síðani 1933, tað vil siga langt áðrenn eg var fødd. Also lívsins besti juli. Tíbetur havi eg fingið brúkt tað góða veðrið.

P1030001P1030008P1030038

Fridas S. og børnini komu heim eina viku fyri ólavsøku í ár og steðgaðu 3 vikur. Vit høvdu fyrst summarskúla, og síðani hevði FS ymiskt annað á skránni. Tey vóru í Nólsoy og á Slættaratindi, í Dali og í Mikladali.

P1030118P1030122P1030149P1030155P1030158

Diddan hjá Turið og Halli kom 23. juli, men hon helt ikki ordiliga ólavsøku í ár. Beint fyri ólavsøku kom Lisa, hon er á skeiði á Fróð. Deiligt at hava Lisu heima, vit hava verið til konsert hjá Kapnas yngra. Stuttligt at fara út við henni, nú ið diddan hjá Sólrun er blivin ein vaksin dama. Her sita vit í Kringluni í NLH.safe_image

Bergur var heima tvær vikur saman við 7 øðrum skótum, tey upplivdu eisini eina rúgvu. Sjálv havi eg verið í Havnardali og á Hoyvíkstjørn og sjálvandi í Mikladali.

Bara Símun manglar á hesari ommubarnamyndini, so Símun: “eat your heart out”.

unnamed2