Havi ofta hugsað um, bæði á bókasavninum og heima, at bøkur í bókstavarað er hent og praktiskt, men kanska nokso keðiligt og tilætlað. Eg meini Jógvansa bøkur eru altíð beint aftaná William og Rakel, altíð í sama grannalag, sum um tey vóru í hóslag.
Nú ið eg flutti, var ikki sama plássið til bøkur, og og tað er rættiliga tilvildarligt, hvør er sloppin við higar – enn. Hugsi bara : hevði William vitað aftur í verðina, at vera komin at standa undir liðini á hasum nógv umrødda danska politikaranum, sum so hinumegin hevur eina norska kvinnu sum yrkir um “Ulvekjeften”. Kanska William kortini er fegin, at Orwell stendur á somu hill. Bøkurnar hava fingið nýggjar grannar, Niels Petur í Nóatúni hugsar um, hvat vinstriflokkurin man ætla at gera við traðarlógina, og vinstramaðurin heldur, at Angelund eigur ar sleppa at velja heimahjálp sjálvur og gjalda hana sjálvur
Eitt minni um Betrgljótmostir er eisini komið á hillina at standa, LIV eftir Kristofer Janson komin út í 1945, men skrivað í 1862. Ein romantisk norsk søga um kærleika og hatur, ættarstríð og semju. Og eg hugsi um Bergljótmostur, nær las hon hana, og slúkaði hon hana ella helt hon, at bókin var ov veruleikafjar? Las hon hana um kvøldið í seingini, tá ið vevurin var tagnaður, og omma var farin at sova, so hon fekk eina løtu fyri seg sjálva? Longdist henni burtur, og vildi hon fegin havt ein lívsfelaga eins og Liv í bókini? Viðhvørt haldi eg enntá, at tann teknaða myndin líkist Bergljótmostur, okey kanska mest hárið.
Teknaðu søguna MAUS havi eg fingið frá dótturmanninum úr Belgia, hon er við í pensumlistanum hjá teimum, krígsbrotsverk sum seta brotsverkini í Havn í perspektiv.
Sum við bókum er tað við fólkum, vit eru á eini hill saman við fólkum, vit kenna, familju, bindiklubba, mammubólki….um nú hillin verður umkalfatrað, detttur niður, brotnar, rotnar og so endar tú í einum kassa í reyðakrossbúðini við Sunnudagsskúlablaðnum og Lademanns…..uuhhhh so heldur í bókstavarøð.
No comments:
Post a Comment