Feb 29, 2012

Paulina farin

Í dag bleiv Paulina borin út uppi á Tjarnargarði. Familjan var har og vinir. Paulina var eitt so lívligt menniskja, tað var hugnaligt at vitja hana. Tá ið eg var barn, búðu Johannes og Paulina í Torfinsgøtu eitt skifti, tá var nógv samband millum húsini, og vit børnini spældu saman. Eg og Sanna vóru nógv saman, og tað serliga við Paulinu í mínum eygum var, at hon bakaði rutubilar. Vit høvdu ikki rutubilar heima hjá okkum, eg helt tað var so stuttligt, at hesi brúnu marengsini skuldu eita rutubilar, og tað haldi eg enn.  Seinastu ferð eg  sá Paulinu var, tá ið eg  vitjaði hana stutt fyri jól. Hon var blíð og spurdi eftir familjuni.

 

IMG_7213

IMG_7215

IMG_7216

IMG_7220

IMG_7221

IMG_7224

Myndirnar eru tiknar, tá ið Sanna helt sín 60 ára dag heima hjá Alexandru. Tað var ein fínur føðingardagur, serligan dám á veitsluna setti manskórið, sum Alexandra gav Sonnu í føðingardaggávu.

 

IMG_7226

Feb 27, 2012

Jóannes Rasmusen

Eitt so fínt kvøld úti á háskúlanum. Fyrst hevði Martin Heinesen fyrilestur um vísindamannin Jóannes. Hann segði frá øllum tí fjølbroytta arbeiði, sum Jóannes Rasmussen gjørdi, líka frá ungum árum og langt út um pensiónsaldur. Áhugavert var at hoyra um dagbøkurnar og tað vísindaliga háttalagi. Jóannes man hava verið ein øgiliga energiskur maður, hann hevur verið eitt arbeiðsgrev, so mikið sum hann hevur fingið av skafti. Guðrun Gaard hevði ein fyrilestur um menniskaj Jóannes og hansara uppruna; hon er jú dóttir henda merkismann og vísti til brøv, sum eru í familjuni, sum vísa nógv um tær røtur og ta mentan, sum Jóannes Rasmusen er runnin av.  Sanniliga var hann ein av undangongumonnunum í føroyskum lærdómshøpi.

Nógv fólk var komið saman á háskúlanum í kvøld.

003

007

008

009

011

012

015

Feb 26, 2012

Orðagleimur

Havi júst uppdagað WORDFEUD – spælið sum er scrabble á netinum. Á dekanfari, nú siga tit nokk, á tín seinabukka, hatta hava vit spælt so leingi. Men also í gjár spældi eg við ein úr Michigan, loyninavnið er Hooks, tað var ordiliga stuttligt, eg var á odda, til hann fekk eitt orð, sum taldi 60 poeng, so bleiv eg knappliga so móð Smiley Men tá var klokkan eisini næstan trý, hetta var í morgun.  Tað ber eisini til at kjatta við viðkomandi, meðan tú spælir ---ok  hesin fýrurin var kanska ikki so spennandi samtalupartnari, hann segði mest LOL. Nú eg eri upp aftur í dag, hugsi eg bara, sum tað hevði verið nógv stuttligari bara at spælt scrabble her á borðinum í stovuni. Tey siga, at netið setur fólk í samband …tað kann gott vera, og tað er nokk betri enn einki samband, men tað er eitt fátæksligt samband. Fyrimunurin er, at tú spælir bara tá ið tú hevur hug og tíð (also um tú ikki verður so krøkt, at tú spælir allatíðina). Tað ber eisini til at spæla við onkran, sum er í sama fysiska rúmi, sum tú sjálv og práta saman, Turið er tað, sum hevur víst mær henda nýggja orðaheim, og hon er grov, verður skjótt heimsmeistari í Scrabble. Kanska man kundi brúkt tað í tímunum, nú ið øll hava i-fónir. Men spælið góðtekur ikki IQ, , bara QI….Smiley

 

010

Feb 21, 2012

Skarð

Vit fóru drønandi úr Havn til Klaksvíkar kl. 6 í kvøld, Símun, Turið og eg. Símun ringdi og spurdi, um eg fór, og tað var í grundini tað, sum gjørdi, at eg fór. Páll Kunoy skuldi hava fyrilestur um Skarð, hetta var í Ósáskúlanum. Fyrstu ferð eg havi verið inni har, flottur skúli. Fult av fólki, serliga menn vóru komnir saman. Eg kendi ikki nógv, ivaleyst er ein stórur partur av teimum skyldfólk. 007Maðurin høgrumegin á hesi myndini eitur Jákup og er fermenningur okkara, omma hansara Simona var systkinabarn abba okkara Sìmun, tey hava ivaleyst itið eftir sama persóni. Jákup segði mær, at onkuntíð tá ið mamma skuldi til Gjáar at ferðast við børnunum fór hon via Klaksvík, og tá gisti hon hjá ommu hansara. Páll Kunoy hevur skrivað um Skarð og hann greiddi frá bygdini og vísti á einum korti, hvussu húsini hava staðið, hann segði eisini frá teimum trimum vanlukkunum og vit fingu nøvnini á teimum, sum fórust, hetta var sera dapurt at hoyra. Símun las eitt bræv, sum abbi hevði skrivað til ommu í 1896, brævið er bæði romantiskt og stuttligt, so tað lætnaði aftur fyri hjartanum012

 

 

Aftaná fingu vit kaffi , og so í full speed aftur til Havnar í mígandi regni.

016

017

Súp nú barnið!

Soleiðis segði eg við Herbert í morgun, so hoyrdi eg, at eg hevði biðið hann súpa eitt barn; vit prátaðu um hetta, so segði eg, súp nú Herbert, og tað varð stuttligt. Herbert segði, at havrafrasið, sum hann seyp æt onki, so segði eg, súp nú onki. Tað er ein stór gáva at sleppa at fylgja við, hvussu Herbert ognar sær málið í øllum tess brigdum. Hann elskar orðaspæl...eg haldi, hann verður skald. Í gjár spældu hann og mamma hansara við ein bil, sum skal trekkjast upp, tá ið bilurin steðgaði segði Herbert, at nú var ikki meiri 'trekkj' eftir. Og so sigur hann við bamsurnar, 'skal vi lege sammen'.

011

Eina ferð var tað ein kona, sum átti ein hund, ein dagin, hon gav honum mat í hundaskálina, fór hundurin út í køkin, og við trýninum fekk hann skuffuna upp og tók sær eina skeið, síðani fór hann at súpa sum eitt fólk. Konan klappaði eina ferð og segði, nú svími eg! Hon fór beint at ringja til sjónvarpið. Hallo, segði sjónvarpsmaðurin, hetta er tíðindadeildin, hevur tú eini tíðindi? Ja, segði konan. Er tað kríggj ella vanlukka? spurdi sjónvarpsmaðurin. Nei, segði konan, eg havi ein hund, sum sýpur sum eitt fólk. Nú svími eg, segði sjónvarpsmaðurin, og konan hoyrdi, at hann klappaði eina ferð. Vit senda eina myndakonu, nær kunna tit. Konan hugsaði seg um, klokkan 4? Ja, so siga vit tað, segði sjónvarpsmaðurin. So fór konan at gera alt til, hundurin fór í bað í nógvari hundasápu, hann fekk nokso nógva sápu í eyguni. So fór konan at busta skinnið, og skinnið varð so silkimjúkt. Tey settu seg í stovuna at bíða, og hundurin setti seg upp afturá í ein lenistól. Nei, nú svími eg, segði konan og klappaði eina ferð. Nú bankar á dyrnar, og sjónvarpskonan kemur. Góðan dag eg eiti Elin. Ja, ger so væl og kom inn í stovuna segði konan. Elin sá at hundur sat í einum stóli akkurát sum eitt fólk, so hon skundaði sær at seta myndatólið klárt. Kanst tú geva hundinum nú, spurdi egin, so filmi eg hann. Konan fór eftir hundaskálini, men hundurin sprakk upp og setti seg á ein vanligan stól við borðið akkurát sum eitt fólk, nei nú svími eg, segði Elin og klappaði. Og hundurin bleiv filmaður, meðan hann seyp við skeið akkurát sum eitt fólk. Um kvøldið settu konan og hundurin seg í sofuna at hyggja at tíðindunum, og tey sóu seg sjálv og hundurin goyði og læt við halanum, tá ið hann sá seg sjálvan, men so hoyrdi konan bara, at hundurin segði: nei, nú svími eg. Tá svímaði konan. Og nú er verfalstýsmorgunsøgan liðug.

Feb 19, 2012

60.000 í mótmælisgongu




Halga!!! hugsaði eg, hatta kann man finna seg í, at pedagogfelagið fær so dyggan stuðul...emmm bíða nú, hatta talið ber ikki ordiliga til í Føroyum, so var tað stuðulsgonga fyri Putin. Pedagogfelagið skuldi fingið enn meiri stuðul, alt skuldi ligið lamið aðalverkfall -sjálvandi. Tær fáa alt ov lítla løn, og tað er eisini sjálvsagt, at tey sum skula menna og læra børnini tey fyrstu árini skula hava fyrireikingartíð. Tær skula leggja til rættis mennandi spøl og undirhaldandi samveru, tær skula fylgja við í gransking á barnaøkinum og tær skula tala sínamillum um, hvussu best er at arbeiða við børnunum. Stórar bólkar, smáar bólkar, blandaðar bólkar, einsháttaðar bólkar, pør ella einstaklingar. Normeringarnar eru heldur ikki nóg rúmsáttar. ..So ja, kanska ikki 60.00 fólk, men vit 50.000 í Føroyum (sjálvandi minus Snorra og Jørgen) vit stuðla teimum!


Tann lítli eiturkoppurin á myndini skal eisini í barnagarð, og tað hevði verið deiligt, um tað var ein dygdargóður barnagarður, eitt menningartilboð, ein hjartalig goymsla.

Framleiðslan av fløguútgávum…

Royn at lesa yvirskriftina aftur. Er hatta ikki ótrúliga knortlut og óvakurt?Útvarpið tosaði í dag um ársins heyst av fløgum í fjør. Eitt er , at teir aldrin næstan siga fløga, men altíð ‘útgáva’, men í kvøld vóru also bæði  orðini sligin saman í eitt, so undarliga langt frá talaðum máli. Ikki er tað týtt, tí hetta var jú ein tíðindastubbi úr Føroyum, nei bíða nú, tað var hatta felagið, sum býtir avlop út til tónleikarar, eitur tað KODA, sum hevði gjørt hagtøl. Tilsaman 50000 føroyskar fløgur komu í handlarnar í fjør.

Tveir rættiliga virknir fjasibókarhøvundar høvdu í dag orðum saman um mál. Jóannes Dalsgaard, skyldmaðurin, segði, at fólk tora ikki at skriva, tí tey verða altíð rættað, og tað skal vera so ringt fyri fólkaræði. Bergur Rasmussen helt, at tey sum skriva, mega hava so mikið álit á innihaldinum, at tey vænta, at tað ber. Og at skriva so illa, at boðskapurin neyvan skilst, tað gevur jú einki samskifti. Bergur bar eisini skribentar saman við tónleikarar, sum jú læra seg at spæla eitt ljóðføri, áðrenn teir fara at spæla. Eg helt, tað var nokso væl sagt hjá Bergi. Jóannes segði, at stavifreakar skula fáa sær sítt egna forum, men tað hava vit longu: Føroysk stavseting ella okkurt tílíkt, á fjasibókini.

Men nú er framleiðslan av hesum stutta bloggi av BavS liðug Smiley, der blinker, nei nú eri eg liðug at skriva.

Feb 17, 2012

Kátt okkar’ lív í Eiriksgøtu

Nú er næstan alt komið upp á pláss, fyri so vítt, sum tað kann fáast upp á pláss á teimum fermetrum , sum eru tøkir. Børnini hava hvør sítt kamar og foreldrini eitt, restin av loftinum er goymsla.

Magna hevur longu pakkað gávuna frá Biu mostur upp, hon fyllir ikki fyrr enn í mars, men sum hon er elskulig í húgvuni. Sunnudagin ætlar Turið at Herbert og Magna skula vera vertir við tunnuball, so tey bæði hava royndarkoyrt krúnurnar.

IMG_2088

IMG_2092

IMG_2097

IMG_2102

IMG_2108

IMG_2111

Feb 15, 2012

Sigrid Undset: Jenny (1911)

Jenny er næstan 30 ár og jomfrú. Hon er listamálari og heldur til í Rom, hon býr saman við Francescu, sum eisini málar. Francesca hevur fleiri tilbiðjarar, og hon letur teir kyssa seg, men tá ið teir vilja meir, sigur hon stopp. Jenny er so skilagóð, dugir væl at lurta og hugsar seg altíð væl um. Bókin er um tann trupla seksualitetin, um seksualmoral, um øðrvísi reglur fyri menn og kvinnur. Um dreymin um tann einasta eina, sum aldrin kann gerast veruleiki, tí hann er júst tað – ein dreymur. Nakað av kjakinum bleiv um, um Jenny og Franceska eru lesbiskar, kanska – tað kundi Sigrid Undset sjálvandi ikki skriva beinleiðis. Eg visti annars ikki, at Selma Lagerløf var lesbisk, tað helt loyniligt alt sítt lív. Ella er Jenny lesbisk og veit tað ikki sjálv? So fær skaldsøgan eina heilt aðra vend, likasum. Bókin er sera ólík Kristin Lavransdatter, sera modernað og samtíðin helt, at hon var heilt ómoralsk. Men Jenny er ikki ein sterkur persónur, hion hevur nógvan mótgang og tekur lívið av sær. Hvussu sameina erotikk, skyldur og list? Menninir eru óbúnir og bangnir fyri Jenny, sum virkar so sjálvsikkur. Uttan tann tilkomni hr. Gram, sum nertir við onkrar streingir í Jenny. Men tað sambandið kann heldur ikki vara. Vit hildu, at tað er vert at lesa okkurt annað hjá Sigrid Undset og kanska onkrar aðrar norskar eisini.
images2images
019
021
024

Mínir klubbar 2

Á mínir klubbar, dagføringarkvøld. Ráðlegging – fyrireiking. Eg elski mínar klubbar.

2012.02.11 030

2012.02.11 032

2012.02.11 034

2012.02.11 018

2012.02.11 023

2012.02.11 028

2012.02.11 035

Feb 14, 2012

St Kilda

Nú eru skjótt eitt og eitt hálvt ár, síðani eg var á ráðstevnu á Ytru Hebridunum um St. Kilda oyggjarnar. Tad (nú er eddid horvid) var ein áhugaverd rád stevna, sum savnadï oyggjaelskarar úr fleiri londum. Teimum dámar at hava tann føroyska vinkulin vid. So eg var bodin vid at siga nakad um føroyskar bokmentir, og tey høvdu áhuga fyri, um føroyingar sjálvir hava skrivad um Føroyat fá gamlari tíd. Tí fólkid á St. Kilda skrivadi sera lítid sjálvt, men tad eru skrivadar upp í leypar av bókum um St. Kildabúgvar. Taf stuttligasta vr túrurin út í oynna Hirta. Har býr eingin nú, bert tey sum ansa eftir og granska.  Nú er rádstevnuritid komid m.a. vid fyrlestrinum hjá mær. Eg legdi fyri vid at greida frá Dunganon, og eg hevdi avmyndad eitt av greivaptóvskjølunum, sum hann hevur latid. Tad var ein ógloymandi ferd. Í summar ætla vertsfólkid hjá mær á Benbecula at koma hendaveg, tey hava ofta verid fyrr í Føroyum , skilji eg.

2012.02.11 001

2012.02.11 002

 

Eg seti nkarar myndir sum eg tók á ST. Kildu eisini.

 

Bygdin er ein rød av húsum, eitt av teimum er museum nú.Hebridurnar 207

Hebridurnar 247

Hebridurnar 256

Hebridurnar 270