Eitt so fínt kvøld úti á háskúlanum. Fyrst hevði Martin Heinesen fyrilestur um vísindamannin Jóannes. Hann segði frá øllum tí fjølbroytta arbeiði, sum Jóannes Rasmussen gjørdi, líka frá ungum árum og langt út um pensiónsaldur. Áhugavert var at hoyra um dagbøkurnar og tað vísindaliga háttalagi. Jóannes man hava verið ein øgiliga energiskur maður, hann hevur verið eitt arbeiðsgrev, so mikið sum hann hevur fingið av skafti. Guðrun Gaard hevði ein fyrilestur um menniskaj Jóannes og hansara uppruna; hon er jú dóttir henda merkismann og vísti til brøv, sum eru í familjuni, sum vísa nógv um tær røtur og ta mentan, sum Jóannes Rasmusen er runnin av. Sanniliga var hann ein av undangongumonnunum í føroyskum lærdómshøpi.
Nógv fólk var komið saman á háskúlanum í kvøld.
No comments:
Post a Comment