Havi júst uppdagað WORDFEUD – spælið sum er scrabble á netinum. Á dekanfari, nú siga tit nokk, á tín seinabukka, hatta hava vit spælt so leingi. Men also í gjár spældi eg við ein úr Michigan, loyninavnið er Hooks, tað var ordiliga stuttligt, eg var á odda, til hann fekk eitt orð, sum taldi 60 poeng, so bleiv eg knappliga so móð Men tá var klokkan eisini næstan trý, hetta var í morgun. Tað ber eisini til at kjatta við viðkomandi, meðan tú spælir ---ok hesin fýrurin var kanska ikki so spennandi samtalupartnari, hann segði mest LOL. Nú eg eri upp aftur í dag, hugsi eg bara, sum tað hevði verið nógv stuttligari bara at spælt scrabble her á borðinum í stovuni. Tey siga, at netið setur fólk í samband …tað kann gott vera, og tað er nokk betri enn einki samband, men tað er eitt fátæksligt samband. Fyrimunurin er, at tú spælir bara tá ið tú hevur hug og tíð (also um tú ikki verður so krøkt, at tú spælir allatíðina). Tað ber eisini til at spæla við onkran, sum er í sama fysiska rúmi, sum tú sjálv og práta saman, Turið er tað, sum hevur víst mær henda nýggja orðaheim, og hon er grov, verður skjótt heimsmeistari í Scrabble. Kanska man kundi brúkt tað í tímunum, nú ið øll hava i-fónir. Men spælið góðtekur ikki IQ, , bara QI….
bjóða mær av, eg eri so naiv, at eg brúki mítt fulla navn :)
ReplyDelete