Í dag bleiv Paulina borin út uppi á Tjarnargarði. Familjan var har og vinir. Paulina var eitt so lívligt menniskja, tað var hugnaligt at vitja hana. Tá ið eg var barn, búðu Johannes og Paulina í Torfinsgøtu eitt skifti, tá var nógv samband millum húsini, og vit børnini spældu saman. Eg og Sanna vóru nógv saman, og tað serliga við Paulinu í mínum eygum var, at hon bakaði rutubilar. Vit høvdu ikki rutubilar heima hjá okkum, eg helt tað var so stuttligt, at hesi brúnu marengsini skuldu eita rutubilar, og tað haldi eg enn. Seinastu ferð eg sá Paulinu var, tá ið eg vitjaði hana stutt fyri jól. Hon var blíð og spurdi eftir familjuni.
Myndirnar eru tiknar, tá ið Sanna helt sín 60 ára dag heima hjá Alexandru. Tað var ein fínur føðingardagur, serligan dám á veitsluna setti manskórið, sum Alexandra gav Sonnu í føðingardaggávu.
No comments:
Post a Comment