Feb 12, 2012
PAKKAÐ VIKUSKIFTI
Fyrst var at fara í útvarpið at biðja fólk læna studentaskúlanum myndir, so fór eg suður at reiða upp í Putlhúsi, tí at har skuldu koma veitslugestir til Turiðsa stóra dag. So fór eg at arbeiða við stílum og pensumuppgevingum og Parísskrá og so var tíð at fara í ball, og í morgun norður aftur at fylgja Kartna til gravar. Nógv fólk var í kirkjuni og á Hafnia aftaná. Tú sær øll hesi gomlu havnarfólkini , sum koma at fylgja sínum gamla vini ella felaga til gravar. Nógv eru sera gomul, so at prestur veit, at stórur partur av samkomuni verða viðskiftafólk hansara um stutta tíð. Prestur Uni Næs helt eina góða talu, dugdi at flætta sálmarnar og bíbliuorðið saman við manninum. Hann las um mansins - menniskjans - aldur sum er 70 ár, og 80 um ein er ein sersterkur kappi. Kartni var 98, og nú er Dagmar vorðin einkja 100 ára gomul. Tað var vakurt at síggja barnabørnini og langabbabørnini í dag. Andreas og Mads Ellindur stóðu og grundaðu og tonktu, meðan teir hugdu niður í grøvina og fylgdu við, meðan prestur kastaði jørð á. Á Hafnia skonktu tey genevur, Kartni hevði sjálvur ornað tað, tað stóð klárt í einum kassa við áskriftini ERVI. Ordan í tingunum. Tíverri blivu ikki stundir at fara at heilsa upp á Anton sum skuldi fáa gávugóðs í dag. Hann er gamal næmingur hjá mær, og eg ynski honum hjartaliga tillukku! Og í morginári er tað so innflyting í Eiriksgøtu.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment