Feb 21, 2012

Súp nú barnið!

Soleiðis segði eg við Herbert í morgun, so hoyrdi eg, at eg hevði biðið hann súpa eitt barn; vit prátaðu um hetta, so segði eg, súp nú Herbert, og tað varð stuttligt. Herbert segði, at havrafrasið, sum hann seyp æt onki, so segði eg, súp nú onki. Tað er ein stór gáva at sleppa at fylgja við, hvussu Herbert ognar sær málið í øllum tess brigdum. Hann elskar orðaspæl...eg haldi, hann verður skald. Í gjár spældu hann og mamma hansara við ein bil, sum skal trekkjast upp, tá ið bilurin steðgaði segði Herbert, at nú var ikki meiri 'trekkj' eftir. Og so sigur hann við bamsurnar, 'skal vi lege sammen'.

011

Eina ferð var tað ein kona, sum átti ein hund, ein dagin, hon gav honum mat í hundaskálina, fór hundurin út í køkin, og við trýninum fekk hann skuffuna upp og tók sær eina skeið, síðani fór hann at súpa sum eitt fólk. Konan klappaði eina ferð og segði, nú svími eg! Hon fór beint at ringja til sjónvarpið. Hallo, segði sjónvarpsmaðurin, hetta er tíðindadeildin, hevur tú eini tíðindi? Ja, segði konan. Er tað kríggj ella vanlukka? spurdi sjónvarpsmaðurin. Nei, segði konan, eg havi ein hund, sum sýpur sum eitt fólk. Nú svími eg, segði sjónvarpsmaðurin, og konan hoyrdi, at hann klappaði eina ferð. Vit senda eina myndakonu, nær kunna tit. Konan hugsaði seg um, klokkan 4? Ja, so siga vit tað, segði sjónvarpsmaðurin. So fór konan at gera alt til, hundurin fór í bað í nógvari hundasápu, hann fekk nokso nógva sápu í eyguni. So fór konan at busta skinnið, og skinnið varð so silkimjúkt. Tey settu seg í stovuna at bíða, og hundurin setti seg upp afturá í ein lenistól. Nei, nú svími eg, segði konan og klappaði eina ferð. Nú bankar á dyrnar, og sjónvarpskonan kemur. Góðan dag eg eiti Elin. Ja, ger so væl og kom inn í stovuna segði konan. Elin sá at hundur sat í einum stóli akkurát sum eitt fólk, so hon skundaði sær at seta myndatólið klárt. Kanst tú geva hundinum nú, spurdi egin, so filmi eg hann. Konan fór eftir hundaskálini, men hundurin sprakk upp og setti seg á ein vanligan stól við borðið akkurát sum eitt fólk, nei nú svími eg, segði Elin og klappaði. Og hundurin bleiv filmaður, meðan hann seyp við skeið akkurát sum eitt fólk. Um kvøldið settu konan og hundurin seg í sofuna at hyggja at tíðindunum, og tey sóu seg sjálv og hundurin goyði og læt við halanum, tá ið hann sá seg sjálvan, men so hoyrdi konan bara, at hundurin segði: nei, nú svími eg. Tá svímaði konan. Og nú er verfalstýsmorgunsøgan liðug.

No comments:

Post a Comment