Jun 21, 2018

UNO - ein brotin fótur og eitt leyst súkklustýri





15. mai skuldi vera dagurin, tá ið eg fór at keypa mær eina el-súkklu. Fleiri hava sagt mær, hvussu fínt tað er at hava eina slíka, Durita Dam til dømis hevur eina úr Keypsuni. Tú overvar teg ikki, men tú skalt sjálvandi traðka fyri at fáa súkkluna at rulla.
Nå, eg fór til gongu út í UNO. Tí eg hugsaði, ein so stórur handil hevur stórt úrval og góðar serfrøðingar. Eg hitti ein ungan mann, sum vísti mær súkklur. Hann greiddi frá, at tey hava gott verkstað við fólki, sum hevur verið á skeiði osfr. Eg valdi mær eina súkklu, hon kostaði 13.646 kr.
Fyrst fór eg bara ein lítlan royndartúr, eg súkklaði út til Krossvegin. So fekk eg tann unga mannin at seta saðilin passaliga, so at eg rakk niður á vegin, so rindaði eg fyri súkkluna.


Beint áðrenn eg kom heim, vísti tað seg, at stýrið - also róðrið - var leyst, tá ið eg kom í eina lítla brekku og brúkti pedalir og stýri, fór stýrið undan mær og eg aftaná. Eg datt so barlong. Høkan tók, og fóturin kom at liggja undir. Pínan var ræðulig. Eg ringdi beinanvegin út til UNO, og tey søgdu, "orsaka feilin", sum eg uppfati sum, at tey átaka sær feilin. Hesi boðini fekk eg á messenger beint aftaná hendingina.


Óhapp og ósketni eru hvør sítt. Hvør selur eina súkklu fyri yvir 13 túsund, sum er ikki skrúvað saman? Okey, hendiligt óhapp? Men so er at átaka sær fylgjurnar.



Kanningar vístu, at fóturin var brotin, tað merkti so seks vikur í einum skinnara, gott at høkan ikki brotnaði. Eg skrivaði til UNO 
og vísti á, at teirra ósketni átti at loyst út eitt endurgjald, og at eg helt, at eg átti at fingið súkkluna ókeypis. Tortur og sviði í seks vikur : 200 kr x 42 = 8.400 kr
                                Mist arbeiðsløn:                         1.000 kr.
                                Skerd dreymaferð:                      4.000 kr = 13.400 ca. tað sum súkklan kostar.

Eg fekk 2000 kr. inn á konto sum avsláttur, ikki eitt orð um, hví tað júst vóru 2000 ella nakra aðra grundgeving. So fór eg út til teirra og læt súkkluna inn, eg dugdi ikki at hugsa mær, at eg skuldi brúka súkkluna aftur. Stjórin tók sjálvur súkkluna úr bilinum. Eg segði, at 2000 kr var alt ov lítið sum endurgjald, og at kalla tað avsláttur var at dylja sannleikan, eg helt, at um eg fekk 4000, so var tað í lagi.
Men nú byrjar tað løgna. Eg fekk ein meyl, har stjórin í UNO segði, at eg fekk ikki eitt oyra, um eg ikki lovaði, at eg skuldi einki siga ella skriva um hendingina, sum kundi skaða fyritøkuna. Eg var sera bilsin, men eg skilji, at tað er soleiðis mann ger ?? Rindar fyri at sleppa undan atfinningum. Hvat hugsar hann? At eg skal ikki siga fólki, hvussu eg breyt fótin? Átaka mær sjálvari skuldina fyri 4000 kr?? Hava munnkurv fyri 4 tús? Og nú hugsi eg eisini, hvussu nógv ymiskt hendir, sum vit einki vita um, tí at fólk fáa pengar fyri at tiga?  Eg eri nokk naiv, ella hvat? Nei, mín talirættur kostar meira enn so, hann kostar 13.646 kr.  Eg má eisini ávarða onnur. Meylurin sæst her, og í gjár fekk eg ein meyl aftur við sama innihaldi:

Um vit kunnu gera ta avtalu at sakin er endaliga avgreidd táið eg flyti pengarnar, og at tú ikki í framtíðini kemur at brúka hendingina ímóti okkum, hvørki fyri at spilla Uno út ella fyri at skaða okkara umdømi, veri tað í talu ella á skrift, so flyti eg avtalaðu endurgjaldsupphæddina á konto hjá tær í dag. Eg bíði eftir tínum svari.


Eg svaraði, at tað bar ikki til, og nú hevur hann tikið tær 2000 aftur.

Tit, sum lesa bloggin og FB vita, at eg havi einki skrivað um hetta fyrr enn nú, tí eg hugsaði hann kundi koma við einum ordiligum tilboð. Men eg havi verið og ferðast mína skerdu ferð, sjálvandi var tað ikki ideelt, at ikki fáa farið gongutúrar (ella súkklutúrar) og noyðast at hava beinið upp á stólar og borð í heilum. Men túrurin var góður kortini.

 




 











2 comments:

  1. Góða Bergljót!!
    TAKK fyri at tu sigur frá tíni uppliving/hending! Sum eg als ikki síggi sum eitt óhapp!
    Eg haldi tað er GOTT at tu sigur frá!

    Vinarliga
    Marianna Heinesen
    NB framhaldandi góðan bata... og kann eg deila greinina?

    ReplyDelete
  2. Góða Bergljót. Táið vit selja súkklur royna vit at tryggja okkum at tær eru tryggar at nýta, men í hesum førinum glapp tað tíverri. Táið vit hoyrdu um tilburðin traðkaðu vit beinanvegin til, tí hatta er eitt tað ringasta vit kunnu koma út fyri, at vøra, ið vit selja førir skaða á okkara kundar. Vit komu heim til tín og staðfestu at ein skrúva var leys á súkkluni, nemliga tann á róðrinum.
    Fyrst rindaðu vit tær eina upphædd aftur á konto. Táið tú komst aftur við súkkluni avtalaðu vit bæði at tú fekst allar pengarnar og so endurgjald aftrat. Hetta ynsktu vit at gera fyri at vísa hvussu kedd vit eru av hendingini. Men eftir hesa avtalu skrivaði tú til mín um at brúka hendingina ímóti okkum á miðlunum. Tí sendi eg tær teldupost har eg vildi hava greiðu á hvussu vit kundu koma til eina felags loysn sum báðir partar kundu liva við. Eg væntaði, at táið vit gingu umbøn tíni á møti at tú fórt at vísa okkum vælvild.
    Vit eru enn sera hørm um at tú datst á súkkluni, ið tú keypti frá okkum, og vit vóna at tú kemur skjótt fyri teg. Vinarliga heilsan, Dánjal Petersen, stjóri í Uno

    ReplyDelete