Jun 24, 2018

Gail Honeyman: Eleanor Oliphant is Completely Fine (2017)

Turð og Hallur vóru ein túr í Newcastle, og tey høvdu hesa bókina heim við til mín. Fyrst hugsaði eg, ája! ein bók afturat hjá Jojo Moyes, men so varnaðist eg, at bókin bara brúkar Jojo Moyes sum eygnariv og góðskustempul.




Bókin er um einsemi, heilt ótrúliga bítandi víðgongt einsemi. Einsemi er tann nýggja krabbasjúkan, eingin tosar um tað, og fólk ræðast at verða fongd við tí. Men hví er Eleanor so einsamøll? Vit vita ikki. Eleanor hevur eitt sindur av autismueyðkennum, hon tekur alt bókstaviliga og skilur ikki skemt ella tilsipingar, og dugir ikki at hava samband við fólk. Eleanor hevur ikki vinir, men Raymond, sum arbeiðir við teldum á ovaru hædd, sær hana og hevur tol og varsemi og kenslur. Hon hevði eina plantu, sum hon passaði og hevði ábyrgd av, men plantan doyði. Seinni fær hon eina kettu, sum verður hennara felagi.  Eleanor er eisini merkt av einum ljótum arri í andlitinum, men vit fáa ikki at vita beinanvegin, hvaðani hetta arrið stavar.


Eleanor arbeiðir á skrivstovu, og hon er sjúkliga nærløgd og verður eisini gjørd til deildarstjóra, men hon er mestsum ósjónlig, bara onkuntíð umrødd, men tá í happandi tóna.

So við og við kemur hennara fortíð upp í søguna, og vit fylgja Eleanor, tá ið hon fer heilt á botn saman við vodka. Og vit eru eisini við, tá ið hon fer í viðgerð og spakuliga kemur upp á turt. Mær dámdi tann partin væl, sum var um samrøðurnar millur terapeutin og Eleanor. Tær tosa um barndómin hjá Eleanor, um systrina og so eftir langa fyrireikingartíð eisini um mammuna, sum er knúturin í øllum, sum ikki verður avdúkaður fyrr enn til allar seinast.
Stílurin er skemtingarsamur og speiskur. Eleanor er løgin, men hon er eisini stuttlig, og hennara royndir at vera "normal" eru stuttligar.
Bókarheitið er sjálvandi eisini spei, tí hon hevur tað als ikki gott, men svarar altíð, at hon er "fine", tí tað ger mann.
Bókin verður væntandi gjørd til film. Hetta er fyrsta bók hjá hesi konuni, og hon hevur fingið flúgvandi suksé. Góð bók.

No comments:

Post a Comment