Reyði krossur hevur bláar bingjur standandi ymsa staðni í landinum. Hvørja viku verða bingjurnar tømdar. Tann stóri Reyðakross bilurin leggur frá landi í Stiðjagøtu, og sjálvboðin fara til verka og tøma bingjurnar. So verður bilurin tømdur, og posarnir fingnir inn í skiljihølið. Og eitt hold tømir tær 11 bingjurnar, sum standa í Stiðjagøtu.
Í skiljihølinum er eitt stór borð, og skiljararnir standa rundan um borðið. Posarnir verða tømdir, og klæði og skógvar verða skild sundur í: tað sum skal seljast í handlinum, tað sum skal sendast til Týsklands og tað, sum einki nyttar og skal burtur. Fólk flest lata okkum rein og góð klæði, summi eru strokin og samanløgd, og klár at selja. Men summi sópa bara hillarnar heima við hús og lata gott og vánaligt hvørt um annað, skrødd klæði og leikur og handkløð og gardinur. Men tað er so okkara arbeiði at skilja ímillum shit og kanel.
Eitt skiljihold |
Skiljiholdini eru fleiri, hvønn dag í vikuni verður eitt hvørt arbeiði gjørt av sjálvbodnum. Vit hava tørn eina ferð um mánaðin.
Týsklandsklæðini verða so aftur løgd í posar og borin út í eina ovurstóra bingju í túninum, og tá ið hon er full, fer hon við fraktskipi av landinum. Í Týsklandi verða klæðini skild eftir tilfari, síðani verða tey malin í eini stórari kvørn. Tey verða endurnýtt sum t.d. bjálvingartilfar.
Tá ið klæðini eru skild í: kvinnur, menn, børn, taskur o.a. og skógvar, fara handilsfólkini til verka, tær kanna klæðini umaftur og taka tað besta til "Klædnahjálpina", heingja út í handilin, vaska, strúka og hyggja eftir, at alt er í lagi. Skógvar verða eftirhugdir og bustaðir. Hvørja viku skal handilin verða klárur til leygardag. Tær hava eisini eyga fyri at pynta dukkur og fylgja árstíð og høgtíð. Í handlinum er ein barnadeild og ein vaksin deild.
Handilin er opin leygardagar 10-15, har eru 5-7 fólk og arbeiða, handilin er gott ískoyti til Reyða kross hjálpararbeiðið.
No comments:
Post a Comment