Ráðstevnan var 15. mars 2022 í Norðurlandahúsinum.
Skráin var frá 10 til 16, pakkað við áhugaverdum innleggum.
Landsstýrismaðurin setti stevnuna, og Óluva Zachariassen var orðstýrari.
Fyrsti røðari var Julianna Klett, hon greiddi frá eldraráðsarbeiði um landið. Tað er fimm eldraráð í landinum, hvørt við 5 limum og varalimum. Ætlingin er, at eldraráðini skula vera bindilið ímillum myndugleikarnar og brúkaran. Øll fólk yvir 60 ár hava valrætt til eldraráð. Summi teirra ráða yvir vissari upphædd, onnur ikki. Samskifti er soleiðis, at 4 fundir eru um árið millum eldraráð, býráð og heilsuverk. Av málum, sum arbeitt hevur verið við, nevndi Julianna: Bussleið, bussskýli, vitjanartænastu. Í Havn verður arbeitt við at fáa lyftu í Tilhaldið, hon verður eftir ætlan sett uttan á bygningin norðanfyri.
Doyði á bíðilistanum
Næst á skránni var Margreta í Buð. Hon tosaði um eina eftirmeting av eldralógini frá 01.01.2015, tá ið lógin kom, varð ásett, at hon skuldi eftirmetast. Hon hevði spurt rætta viðkomandi , hví røktarheim og búfólk høvdu ikki verið boðin við til at eftirmeta. Svarið var: ja, also, tí at meiningin var at meta um, um lógin virkaði....what???!!!! Síðani fór Margreta ígjøgnum ymsu økini: Heimahjálp, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjoing, visitatorskipan...og ja tað var ikki so hugaligar guleiðingar. Bíðilistar her og der, og Margreta hevði verið og fylgt mongum á bíðilistanum til gravar. Og...kanska verður tú noydd at flyta fyri at kunna búgva heima sum longst ??!! Margreta bleiv fagnað við lógvabrestum.
Okkara egna ábyrgd
Nú kom Marjun Poulsen, fysioterapeutur og Msc í heilsuvísindum....dygdarmennari í Havn. Marjun legði stóran dent á, at í framtíðini fáa tey gomlu størri og størri ábyrgd av síni egnu heilsu og vælferð, tað verður ikki so, at tá ið ein fyllir 67, so spyr ein, hvat fái eg nú frá kommununi? Tænasturnar verða meira tengdar at tøkni. Borgarar seta seg ov seint í samband við myndugleikarnar at biðja um hjálp, hjálpartól kunna lætta nógv um í gerandisdegnum.
Tøkni, sjálvboðið arbeiði, størri heim
Eyðun Christiansen hevði framløgu um starvfólkatrot og møguligar loysnir. Uppskot til loysnir kundu verið: Tøkniligar loysnir (tólmenni), sjálvboðið arbeiði, størri heim. Í Føroyum hava vit røktarheim, men ikki røktaríbúðir, ikki tað millumliðið, sum fólk kunna brúka millum sítt egna heim og røktarheimið.
Persónliga dámdi mær ikki so væl hasar tríggjar loysnirnar, kanska fáa ein robott sum heimahjálp? og hvør verður sjálvboðin, uttan míni egnu børn ella barnabørn? Og eitt størri heim, størri enn hvat enn Boðanesheimið? So verður tað ikki heimligt. Vónandi verða eldraíbúðir á skránni í størri mun enn nú.
Og sera apropos kom Allan Skaalum frá Bústøðum og greiddi frá, hvat tey hava bygt, og hvat tey fara at byggja. Hann ger samanbering millum at eiga sín bústað, at leiga sín bústað og at hava lutaíbúð, fyrimunir og vansar. Síðani var sagt nakað um, hvat tað kostar at hava býli, og enn eina ferð staðfest, at vit hava ikki tað sum danskarar kalla "boligsikring" í Føroyum.
Eg bleiv eitt sindur óð
Næst á skránni var ein skemtitáttur v. Súsannu Torgarð, og hon rakar plett hvørja ferð v. Bjarna Lisberg á klaverinum. Hon er ein eldri dama, sum bleiv óð, ill og súr, og drap teir, sum komu upp á tvørs. Makaburt og sera stuttligt. Væl fagnað við lógvabrestum.
Einki quick fix
Mary Antonsen og Bingerð H.Fossagil umboða tey arbeiðsfólk, sum alt snýr seg um: heilsuhjálparar og heilsurøktarar. Uppskot um skattalætta og uppskot um at stytt útbúgvingina til 4 mðr, fingu kaldliga móttøku. At gera eina discount útgávu av útbúgvingini hjálpir als ikki, her finnast ikki quick fix, er bert løtuviningur. Uppskotið frá fakfeløgunum er løn undir útbúgving, sjálvandi.
|
Bingerð |
|
Mary
|
Hol í høvdi
Ingeborg Winther var næst á palli. Orðstýrarin helt, at hon hevði verið saknað, og tað var gott at síggja og hoyra hana aftur.
Eldralógin frá 1.jan 2015 ásetir at eftir skal vera. Men hvør hevur eftirlit?? Kommunurnar hava eftirlit við sær sjálvum!! Tað er óhoyrt. Ingeborg nevndi, hvørji krøv ein eigur at seta røkt av eldri, bæði til likams og sálar. Hevði eitt uppskot um at seta samstarvsráð, so at búfólk og avvarðandi verða tikin við í avgerðir.
Niðurstøðan var, at eldralógin varð skundað ígjøgnum, og at hon treingir til at verða endurskoðað.
No comments:
Post a Comment