May 30, 2012

Havnin innan fyri Stóragarð

Framløga í NLH í kvøld. Fantastiskar sjónir og dreymar! Tað má eg siga, øll 8 hugskotini vóru góð. Heðin var har, onnur í býráðnum vóru eisini, kanska tey taka tað til sín…!!! Tað besta hugskotið, haldi eg, er at lata Havnará upp, tað hevði verið super at kunnað havt ánna rennandi gjøgnum býin. Arkitektarnir, sum Gunnar Hoydal hevði sum ‘ung eygu’ at hjálpa sær vóru ein donsk, sum eitur Mette og er býarplanleggjari og Ósmundur, sum hevur verið við til at tekna og byggja Hørpu. Flott at síggja teir tríggjar ásirnar, sum tey hugsa sær í býnum: náttúruásin, vitanarásin og mentanarásin. Býarrúm og flatur, sum eru gjørd til menniskju og samskifti.  At síggja myndirnar, tey høvdu tikið av núverandi býarrúmum í Havn, tað var beinleiðis pínligt! So deytt og bilafikserað vit eru. Alt optimerað til bilar, sum tey tóku til. Vaglið reduserað til ferðslurás. Mylnugøta ein gjógv, sum bilar trokað seg ígjøgnum og fólkini í eini aðrari gjógv við síðuna av.

Stuttligt var at NLH var kjokkfult í kvøld, tann stóri salurin, teir máttu seta eyka stólar fram.

imagesCA960CC1

May 28, 2012

Fýra ættarlið

034

035

Vit vóru til døgurða hjá Fridu í dag í Leivsgøtu. Eitt rættiligur hvítusunnudøgurði, hvør av okkum man fara at bjóða familjuni til døgurða, tá ið vit verða 94? Ja, nógv okkara verða jú ikki 94. Frida serveraði, og Ása og Tóra hjálptu til. Eg nýtti høvi at taka eina mynd av Halli við børnum, pápa og ommu. Uttanfyri stóð hoppiborgin enn og bíðaði eftir eigarmanninum, so tey nýttu høvi at hoppa í dag eisini. Lív Rósa og Ranja vóru við.

011

014

021

May 27, 2012

Gestir í Eiriksgøtu

Ein av gestunum, sum ikki er her so ofta, spurdi, um eg búði her , ella eg búði inni hjá teimum…tað meini eg. Hoppiborg í Leivsgøtu og kakur í Eiriksgøtu, tað kann mann finna seg í! Onkur karmur í hylinum, treyðugt so! Og at enda grillaðu vit pylsur og bollar – og riv! Herbert fekk eina rúgvu av deiligum gávum. Magna ráhyggaði sær við at rudda skógvar í gongini! Og har vóru nógvir skógvar ar para! Bæði crocs og ballarina og sandalir. Hon bar skógvar út á pallin, og setti teir upp á rað. Og so legði hon einar vátar hosur hjá Herbert at sóla. Elin spældi við bóltspælið hjá Magnu.
Herbert 4 ár 001
Ommubeiggi var fyrstur at koma.Herbert 4 ár 008
Eiturkoppar og bommlagkaka.Herbert 4 ár 015
Herbert 4 ár 021

Herbert 4 ár 039

Herbert 4 ár 041

Herbert 4 ár 043

Herbert 4 ár 062

Herbert 4 ár 067

Herbert 4 ár 074

May 24, 2012

Sólardagar í Havn

Tað gerst so mangt í góðum veðri.

Í dag tá ið vit komu heim, stóð Leif Mohr bilurin har í túninum, og vupti hava vit nýggjan komfýr. OG so lá ein ovurstórur pakki uttanfyri, til Herbert og Magnu frá Sólrun mostur, helledussa. Tað var stuttligt at pakka upp. Crocs skógvar og Palle Pumm og fult av bókum.

001

Cars kakan, sum Herbert hevði við í barnagarð í gjár.003

Herbert leggur putlispælið frá ommudidd022

Vit hava verið á Skansanum, útferð. GG at Magna hýkur, sat soleiðis, eg veit ikki, hvussu leingi. Sterk bein.029031

Herbert er til bjarga á skansanum.038039

041

042

043

044

Magna rokast í Reiðrinum.

049

Herbert og Magna njóta seinnapartssólina á pallinum, Herbert vísi crocsirnar fram.

057060062

May 23, 2012

Reykjavík

er ein deiligur býur, serliga í góðum veðri. Í vindi er rættiliga nógvur gjóstur, har er so opið, og havið er so nær við. Ofta um tú hyggur oman ígjøgnum eina gøtu, so sært tú út á hav. Ja, hetta er sjálvandi har á leið, sum eg gangi. Í býarpartinum hjá Ingu Rósu. Hon hevur øll árini búð líkasum í sama býarparti. ógvuliga opið og vindsamt er eisini rundan um Tjørnina. Men ein litfagur býur við flottum bygningum inn í millum.
Reykvíkingar elska rukkublikk, tey kalla tað bárujarn. Tá ið eg var barn, var nógv rukkublikk í Havn, men so tók hann sjálvur við havnarmenn, nú skuldi alt jarn uttan av húsunum og viður upp í staðin, so nú sæst ikki eitt erligt rukkublikkhús. Nøkur eru við hinum blikkinum, sum var breiðir aldudalir og elalítlar aldur.  Í Reykjavík, taka tey eisini jarnið burtur, men klæða so aftur við rukkublikki og mála í alskyns litum.
Reykjavík mei 12 013
Reykjavík mei 12 015
Reykjavík mei 12 016
Reykjavík mei 12 018

Eitt væl ílatið træ á LaugarvegnumReykjavík mei 12 019
Reykjavík mei 12 020
Reykjavík mei 12 021
Reykjavík mei 12 023
Reykjavík mei 12 026
Reykjavík mei 12 032

Í HørpuReykjavík mei 12 061
Reykjavík mei 12 066
Reykjavík mei 12 104
Marglætisíbúðir fram við sjónum, so mikið frá alfaraveg, at tey fáa sólað sær í frið.Reykjavík mei 12 114
Reykjavík mei 12 121

Ein gjørd baðistrond, út í móti Nauthóltsvík. Tey hava lagt eina dyngju av góðum sandi og spræna so heitt vatn á sjógv, herligt hjá børnum. Og so eru heitir pottar eisini.Reykjavík mei 12 122
Reykjavík mei 12 123
Reykjavík mei 12 140
Ein skemtingarsom sál hevur sett eina stuttliga plátu her, sum speiska viðmerking til allar tær hendingar og persónar vit altíð skula hátíðarhalda. Á plátuni stendur: Staður. Her hendi einki petti (Hér hefur ekkert gerst).
Reykjavík mei 12 022