May 16, 2012

Seinasti skúladagur í ár

Sum vanligt ein veitsludagur á skúlanum. 3, s hevði kabarett, og eftir látri og lógvabrestum at døma var hon stuttlig, men eg slapp ikki inn, høllin var stúvstappandi full, sum sæst á myndini, tikin í gongini.  Mín annar s. var úti hjá Kirsten til morgundrekka., og aftaná komu nakrar so fittar úr flokkinum og góvu mær eina gávu. Myndin er av Sáru og Jenny, eg var so ovfarin, at eg sansaði ikki at taka mynd í fyrstu syftu. Ein ríma fylgdi eisini við;

Hey Bergie (eitt nickname vit hava funnið til tín :)

Vit í 10ð vilja takka tær fyri nógvar góðar løtur seinastu tvey árini:)

Munkaølirnar eru ikki skaptar við vinningi fyri eyga, eins og tín lærdómur!

Vit hava havt tað ringt og gott,

men altíð saman funnið semju og sátt (not!).

og hesi árini endaðu so brátt,

og tú hevur verið so flott :)

Alt tað besta ! x0x0ð

IMG_4120

 

IMG_4121 IMG_4117 IMG_4119

No comments:

Post a Comment