May 20, 2012

Maximús músikús

Yvirskriftin sipar til eina mús í eini sögu, sum Hallfríður Ólafsdóttir hevur skrivað. Hövundurin spælir sjálv floytu í symfoniorkestri Íslands, teknarin eitur Þórarinn Már Baldursson, og hann spælir viólu. Og músin býr í einum tónleikahúsi og lærir alt um ljóðföri og um teirra ymsu ljóð og eginleikar. Vit vóru í tí nýggja tónleika- og ráðstevnuhúsinum "Hörpu" til eina barnabalett, sum symfoniorkestrið og Listadansiskúli Íslands skipaðu fyri.


 Maximús var á pallinum, og hansara upplivingar vórðu tulkaðar av sjónleikaranum Vali Freyr. Sögan var sögd við balettdansi til tónleik hjá m.a.Tjakovskij. Ævintýrabrot, prinsar og prinsessur og flottir búnar - framfört av nógvum gentum og dreingjum.


 Kári sat við opnum munni og fekk alt við. Symfoniorkestrið spældi, og dirigentur var okkara egni Bernharður Wilkinsson, sum eisini hevur skipað fyri barnakonsertum í Föroyum.

Harpan er eitt fantastiskt hús, og tað liggur so flott oman ímóti sjónum. Vit fóru aftur dagin eftir at hyggja nærri at glasveggjunum og sótu eina lötu uttanfyri í sólini við víni og salati.


No comments:

Post a Comment