Jun 2, 2017

Várskeiðið 2017 liðugt


Skeiðið byrjaði 9. Januar 2017. Næmingarnir vóru 21 í tali úr 14 londum: Ukreina, Russlandi, Frankaríki, Kina, Hongkong, Peru, Filipsoyggjum, Uganda, Ghana, Japan, Slovakia, Serbia, Teilandi, Kambodja.
Og nú 3. juni standa tey her, seytjan teirra hava fullført skeiðið, og tað er ikki so stórt fráfall. 

Vit hava lisið tekstir, terpað mállæru og verið útferðir.


I morgun fingu 25 næmingar váttan fyri hetta skeiðið í føroyskum máli og bókmentum, ein flokkur hjá mær og ein hjá Guðrun Eysturlíð. Ein so stak hugnalig løta, har næmingarnir sungu og hildu røðu. Familjan var komin at heiðra tey, og øll vóru glað. Bergunn Kass umboðaði Býráðið og hon helt eina góða røðu um integratión, sum vendi sær til okkum øll.

 Jenny De Jesus Johansen, Miðvági, helt í morgun hesa røðu á endasamkomu í Tórshavnar kvøldskúla:


                                 Føroyskt, lívsins lei∂ í Føroyum     

Ta∂ er eitt sera kent or∂atak at eingin ma∂ur er ein oyggj, men uttan máli∂, er man drukna∂ur í sjónum uttan nakra oyggj yvirhøvur.  Mál er eitt samkriftistól, i∂ man brúkar til skilja hvønn annan og seg sjálvan.                                                                                                                                                                                                           
Sum Wittgenstein sigur, “Marki∂ á mínum máli er marki∂ av mínari ver∂”. At koma til Føroyar sum fremmandafólk, er sum at koma til eina heilt a∂ra ver∂, har man tekur sín egna tjóskaparliga samleika, sína mentan og sítt mál vi∂ sær. Vit høvdu móti∂ til at pakka okkara kuffert og fer∂ast inn í ókenda framtí∂, út um okkara landamørk og føla okkum heima vi∂ nýggjari byrjan.

Vit vistu frá byrjanini av, at mál er okkara effektiva tól til at fáa eitt lív, sum líkist tí vit høvdu í okkara heimlandi. Kvøldskúlin er sum sendur av himli, fyri at ví∂ka okkara málsligu førleikar, sum fara útum okkara øki av tungunmáli. Tað kann brúkast sum ein luppur, fyri at vísa Føroyar frá okkara perspektivi. Vit máttu læra okkum føroysku mentanina, listina, tónleikin, lógirnar, søguna og virðini. Eg minnist klárt, hvussu Bergljót umrøddi lektiónirnar á føroyskum, hon vísti okkum fleiri mátar og vegir at skilja mállæruna uppá, og vit 
lósu nógvan tekst herímillum Oliver Twist. Hon lærdi okkum at minnast tøl við at spæla gekk í stovuni við hennara spennandi vinningum. So í  okkara klassa eru vit sameindir litir úr nógvum tjóðum, sum samskifta í  
fleiri samrøðum. Vit sóu eisini orð ígjøgnum bíløt, skemti∂ hjá Bergljót hjálpti okkum at skilja týdningin í hesum fremmanda máli. Fyri at krydda málundirvísingina, fekk hon okkum at gera ymiskt, at syngja og dansa og soleiðis betur at brúka okkara vit og skil. Hon hjálpti okkara máloyra, við eisini at fortelja tíðindi, um hvat føroyingar dáma at fáast við. 

 Heimaarbeiðið, sum hon gav okkum, bleiv eitt ógvuliga áhugavert kjakevni saman við okkara ektamonnum, okkara verfólki og við okkara nærumhvørvi, sum vit ráðførdu okkum við, meðan vit gjørdu uppgávurnar. At gera  heimaarbeiði hjálpti okkum at byggja upp harmonisk sambond við okkara føroysku familjur . Eg minnist einaferð, eg fór til eina veitslu saman við Gege, har eg bað um hjálp frá manni hennara, og tað var so upplyftandi, at flest øll í veitsluni komu uppí kjakið.
Kvøldskúlin kavaði saman við okkum niður í føroyska samfelagið við okkara útferðum, sum vóru so spennandi. Tann fyrsta útferðin var til Løgtingið, sum søguliga  kann førast aftur til stutt eftir norska landnámið í Føroyum um ár 800. Vit vóru takksom fyri Johnhard Klettheyggj  frá Løgtingsskrivstovuni sum greiddi okkum frá, hvussu ernir føroyingar eru, um longu søguna hjá Løgtinginum. Hann greiddi eisini frá, hvussu løgtingið virkar, og hvussu limirnir verða valdir. 
Í Mentan og List vísti skúlin okkum kendar standmyndir og málningar av føroyingum sum Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir og nógv onnur. Men tað, sum vit dámdu einamest, var Bládýpið, har vit sóu okkum sjálvi frá øllum síðum gjøgnum frálíku glaslistina.

Føroyar eru kendar fyri fiskiskap, so lærarin fór við okkum
til sjósavnið í Tórshavn, har vit sóu ymiskar sjóskapningar og lærdi okkum
um umhvørvisábyrgd. 

Kvøldskúlin er sjálvandi tætt knýttur at Fróðskaparsetri, og vit vór∂u introduseraði til tey ymsu skeiðini, sum tað bjóðar fram. Vit fingu eisini høvi at vitja høvuðsbókasavnið í Tórshavn, har vit vóru so hepnar, at koma at kenna ein av navnfromu høvundundunum í landinum, Willian Heinesen. Vit vóru so fegin fyri at møta dekaninum í Máli og Bókmentum, Turið Sigurðardóttir.    Hon tók gestablíð ímóti okkum og vísti okkum ymsar kendar bøkur, skrivaðar á føroyskum, donskum og enskum, sum verða lisnar í Føroyum í dag.

Vit hava bara takkarorð til skúlan, sum gav okkum atongd til føroyska hugsan, høvundaverk, tónleik, politikk, tíðindi, undirvísing og nógv annað. Hann bókstaviliga og myndaliga gjørdi okkum fremmandu til limir í hesum landi.  
     
Vit komu higar við einum guddómligum endamáli at vit vildu taka undir við og verða partur av at ríka landið í øllum lutum. Við tí tit hava givið okkum málsliga, vóna vit, at verða gevandi limir av Føroya landi. Vit vita, at tað er torført at fara frá okkara móðurlandi, men grundin til, at vit eru her, er verd at liva fyri, og vit kunnu syngja, sum Jasmin prinsesan í Disney filminum Aladdin, "Ein heilt nýggjur heimur, tað er her vit vilja vera, eitt undurfult stað fyri teg og meg!”
      TAKK FYRI OG MÁ GUD SIGNA OKKUM ØLL.