Sep 30, 2009

Vilst troyggja


Henda pena heimabundna barnatroyggjan liggur heima hjá okkum. Hon er gloymd eftir í summarskúlanum í ár - fyri ólavsøku 2009. Kennir nakar hana? Heilt sikkurt onkur mamma er ørg um, at troyggjan bleiv burtur...ella hvat?

Sep 28, 2009

Trímenningur



Sonja, fremst, er trímenninigur okkara. Mamma hennara og mamma vóru systkinabørn. Hon plagdi at vitja ommu saman við mammu síni.

Sep 27, 2009

Vikuskifti í Putlhúsi

Mest regn, ikki veður at fara í Skorina. Barnadópur sunnudagin - lítli hjá Símun Hannusi og Tórhild eitur Jón Karl. Myndir eru í albumminum, klikk á tað lítla diasshowið høgrumegin, síðani Bergljót's billeder, so fært tú valt millum ymiskar mappur.

Madeleine

Ein gomul mynd brúkt sum royndarkoyring av PICASA
Posted by Picasa

Sep 23, 2009

Ommusa didda í Belgia


Hurrá, eitt lívstekn! Hygg hvussu søt hon er, hon líkist akkurát ommu síni - yeah!

Sep 21, 2009

Leyvoy skjótt avstað











Leyvoy hevði boðið allari familjuni til nátturða. Nú fara hon og Aaron fríggjadagin, vónandi koma tey skjótt aftur. Tað var hugnaligt at hava tey.




Sep 17, 2009

Rebel without a cause

Eg má siga, at eg visti ikki, at Sjúrður Skaale hevði so lítið upp á hjarta. Nú skilji eg, at hann er valdur av sínum "pipar og salt" leikluti, hann var kendur og festligur. Hatta uppskotið um stavraðið er so illa umhugsað, at tað rópar til himmals. Og harstanda teir í kø at sleppa framat við sínum lesarabrøvum, Rolf Guttesen og tann tannlæknin. Teir tosa altíð um konsekvensútrokningar, tá ið uppskot av ymsum slag ery fyri. Hava teir gjørt konsekvensrokningar fyrti stavsetingina. Hava teir hugsað um lærarar, sum rætta stílar? hava teir hugsað um málioð í Føroyum um 100 ár? "Destruction after all is a form of creation"? Is that it?
Hvørjum øðrum málum hevur SJ havt áhuga fyri?

Sep 16, 2009

Mikukvøld

Hendingaríkur dagur. Vit vóru og fylgdu í dag. Poul Johannes á Sondum fór til gravar úr Vesturkirkjuni, Heri var prestur. Hans Marius heilsaði upp á fleiri av systkinabørnum sínum. Aftaná fóru eg og Turið og Vitus heim á Hafnia í ervi.
Síðani komu tey heim við, og Inga Rósa kom eisini, og vit ótu døgurða saman. Inga Rósa vísti okkum myndir úr Íslandi.
Listarverkið omanfyri hevur Herbert málað - serstakliga gávuríkur :)

Sep 14, 2009

Vitja Annelise og Mads




Vóru ein túr í føðingardag hjá Annelise, vinkonuni. Tað var hugnaligt at síggja Kartna gamla og øll hini. Høvdingar hittast. Føðingardagsbarnið stendur aftanfyri saman við Lailu.




Mads við abbadóttrini Gunnvá.

Sep 12, 2009

Sep 9, 2009

09.09.09 Andrea 20






















Í kvøld var eg uppi hjá Onnu Mariu í føðingardag hjá Andreu. Hugni, matur familja og vinir. Andrea sær brandgott út og mamma hennara er ikki so galin heldur. Leyvoy og Turið og Mathas og Aaron komu beint av Svangaskarði, har Føroyar vunnu 2-1 á Litava.






Sep 8, 2009

K dagur í dag jubiiiii


So var hon her - bókin, sum øll bíða eftir, so at holini í garðinum kunna teppast, og teir óstillu klettarnir kunna fáa fast undir føti.

Útisetarnir vaksa og mennast


Gabriel í Keypmannahavn




Kári í íslandi






Sep 6, 2009

Við Heilafelagnum við Gjógv (fleiri myndir í myndasavni)


Vit høvdu ein frálíkan túr við Gjógv við Heilafelagnum. Vit gistu á Gjáargarði, skipað var fyri frásøgn v/Helenu Fríðheim, flenniskeiði v/Vivian Sjóðklett (jú tað hevur ð) og sangframførslu v/ 8 køllum úr Fuglafirði. Veitslan leygarkvøldið var sera væl eydnað við frálíkum mati og nógvum sangi.







Bjarni og Jógvan Telling vístu fyrimyndarligt samarbeiði, táið teir báðir spældu uppá sama gittar.

Hans Marius og Ólavur siga farvæl inntil næstu ferð.