Jul 29, 2020

Ólavsøka 2020

Í ár havi eg ongar gestir, og Turið og Hallur og børnini eru burtur. Sólrun er á ólavsøku, men hon hevur ferðafólk við, so hon er til arbeiðis. Tað vóru ikki so nógv fólk í býnum sum vanliga óalvsøkuaftan. Skrúðgongan var minkað, 4 fólk úr hvørjum felag, 15 ross í staðin fyri 30. Eg hugdi at øllum í sjónvarpinum, og so sá eg Sólrun har á Vaglinum við endan á mikrofonini hjá Tórði Mikkelsen. 

Ólavsøkurøðan hjá Doris Rasmussen snúði seg um at verja felagsskapin. Koronutíðin hevur lær okkum, at vit eru sterkast í felag og latið okkum halda fast við tað eisini eftir koronu. Hon talaði um sjálvboðið arbeiði, sum nú á døgum verður minni virt, tí øll spyrja, hvat fái eg afturfyri. Góð tala, helt eg.

Setanin av sofuni. Sofusetan.

Nå, so stríddi eg meg upp av sofuni og fór yvir til bussin. Ætlanin var at fara í Finsen. Tað er ein stuttlig framsýning, deiliga nostalgisk. Gamalt er ikki bara gamalt, tað, sum er javngamalt við teg, er stuttligt. Gamalt, gamalt er ofta nokso keðiligt. Men nýtt gamalt er herligt. So fór eg gjøgnum býin, eg tosaði við eitt menniskjað á vegnum, og tað var Christian Wahl, so stuttligt at hitta hann. Tá ið eg kom í Vágsbotn, mátti eg hvíla meg, so eg fekk mær ein ljósareyðan drykk á TARV. Har er fínt at sita uttanfyri og eygleiða lívið. Vit sótu har í fjør saman, meðan børnini runnu ólavsøkurenning, men tá sat eg saman við øllum mínum. 
Hesar dalskvinnurnar, so láturmildar. Uttanfyri pakkhúsið.

Nú var eg væl fyri at ganga yvir í Mullers, har var nógv fólk og nógv vakurt at síggja. Og tilmælini vóru so hegnisliga fylgd við hálsbandi til hvønn gest, so tá ið hálsbondini eru uppi, er fult. Gestirnir skuldu eisini skriva sínar kontaktupplýsingar niður. 

Altíð onkur nýggj føroysk klæði at síggja

Tað var enn ein løta til fólkafundur var, so eg hugdi at kappróðri av einum bonki á hospitalsvegnum, so herliga gott útsýni, tó ikki av málinum. Á háskúlanum var eitt sindur av fólki, fundurin var úti av koronuávum, og tíverri regnaði eitt sindur, meðan fundurin var. Paula helt eina brandtalu. Hon tosaði um at minnast ella ikki minnast, og gloyma og minnast tað gloymda. Hegnisliga bygd tala, har søga og framtíð møttust. Og skúlaskapur og fornminni, og serstakliga skúlans leiklutur. Háskúlin hevur størri leiklut enn nakrantíð, nú ið miðnámsskúlin er blivin ein einsrættað excelark institutión. Jú hon dugir Paula!
Paula Gaard

´
Símun Erik og Borgný

Alda og Pauli

Óli var klárur við Flóvanum, tó varð ikki farið upp á gólv

Lea og Heiðrikur sungu tveir sangir

Nú fór eg heim aftur, og nátturðin bleiv eisini avmyndaður. Borð til eina, takk!






Jul 23, 2020

Summar 2020 . Á Sandi

Vit teknaðu okkum til ein túr á Sandi, sum var rundvísing í Veltuni og døgurði frá Hannu á Reynatúgvu.


Veðrið var av tí fagrasta, tá ð vit fóru um fjørðin um middagsleitið. Í Veltuni fingu vit frágreiðing um arbeiðið har. So stuttligt at síggja kálplanturnar í besta blóma. Á einari hill vóru smáar plantur, sum skula setast út seinni. Garðakál, grønkál, krúllkál, tomatir og kinaleykur og mangt annað.
Inni var heitt sum í pottinum. Úti sóu vit stór rótarkál og eplaveltur, so sera áhugvert.






Nú gekk leiðin á Reynatúgvu, har ein sóljugul, smílandi
Hanna tók ímóti. Har var borðreitt bæði úti og inni. Fyrst fingu vit súpan, sera væl kryddað tomatsúpan við malnum ærskjøti og heimabakað flutes. Ótrúliga lekkurt. Síðani var heimabakað breyð við føroyskum viðskera- Og omaná fingu vit rabarbukaku v. ísi og kaffi.

Pippur er ein kalkunungi
Nú mundi eg gloymt tað týdningarmiklasta: eg lærdi tvey nýggj orð henda dagin. Tað mesta sum vit ótu hjá Hannu var stuttflutt, stuttfluttur matur er burðardyggari enn slíkt, sum verður ført langar leiðir við skipi ella flogfari. Og so hevði Hanna kókikrana, tað er eisini á Suðuroyavegnum, men har kalla tey tað cooker, kókikrani er krani, sum hevur kókandi vatn.

 Ein stórur partur av upplivingini var at síggja húsini hjá Hannu, so kreativt og originalt innrættað sum tey eru. Ein stórur pallur gongur allan vegin runt, har Pippur fær sólað sær, ein útistova við einum so sjáldsomum borði, sum er  eitt herðablað og ymiskir aðrir spennandi lutir.
Tað var enn ein løta, til báturin fór, so vit fóru biltúr. Í Søltuvík vóru fleiri ferðafólk og hugnaðu sær, ein smádrongur fór við spann við murtum í, eitt par tosaði um café, veit ikki, um tey leitaðu eftur café í Søltuvík. Akkerini av Principiu liggja og siga sína søgu. Ein frálíkur túrur at enda komin. Eitt slíkt átak, ferðist í Føroyum, skuldi verið gjørt oftari.

Jul 18, 2020

Summar 2020

Eitt serligt summar við nógvum føroyskum ferðafólkum um landið. So lýtt og vátt. Ikki nógv útlendsk ferðafólk, og tey sum eru, eru danskarar. Ein deiligur túrur gjøgnum býin, gera ørindi, síðani niðan í NLH. Tað er so langt síðani eg var í Norðurlandahúsinum, at eg havi næstan fingið abstinensir.
Tvær framsýningar eru í løtuni í NLH: Anna Helleberg Bahri og Bárður Dal Christiansen. Anna hevur tekstilverk, serstakliga brúkar hon skjúrtur, ein skjúrta umboðar ein mann, ein skrivstovumann, ein tilknappaðan mann ella ein innistongdan mann, serstakliga um hann eisini er í slipsi. Anna er norsk, og ein filmur rann á einum skíggja, har hon greiddi frá sínum verkum.
hesin hevur slips í báðum endum



Bárður hevur sínar myndir í forhøllini og í kringluni: 

Síðani ein deiliga túr gjøgnum Havnina, so grønt fram við vegnum. Og ein nýmótans boðsháttur á Vaglinum. Vit søgdu: 1) Ikki fara inn! 2) Far ikki inn!  men nú er tað broytt, sum ein sær niðanfyri.



Ferðist í egnum landi ella also í Føroyum er eitt fínt hugskot. So nógv tilboð um alt landið. Eg og systir nýttu høvið at fara á Hvalastøðina saman við Herbert og Oddvaldi, sum eru 12 ár. Frásøgumaður var Erland, hann veit nógv og minnist væl. Ótrúliga tungar og ógvusligar greiðir, teir hava brúkt! Tað hava verið syterkir menn, ið her hava arbeitt! Imponerandi savn, so autentiskt, lýsilukturin var týðiligur.



Í Smiðjuni í Lítluvík var fernisering í gjár. Tove Askam visir síni verk og eisini tekningar hjá ommudóttrini.