Aug 30, 2016

Ludvig Holberg

Holberg er sera nærverandi í Keypmannahavn. Á Kongens Nytorv situr hann so bringubrattur og gleivandi uttan fyri bygningin, har hansara leikir eru fast repertoir.

DSC04219

Í Store Kannikestræde plagdi Holberg at fara inn á Tað lítla apotekið at fáa sær sild og snaps. Eg gekk í hansara fótasporum henda dagin.

DSC04193DSC04194

 

Her í latínarkvarterinum átti hann nøkur fótaspor, tann tíð tað var.

DSC04192

Tað var eitt stórt upplivilsi at síggja Olaf Johannesen í rolluni sum Jeppe. Spælt var á Grønnegårdsteatret. Tey spæla í garðinum hjá Dansk designmuseum í Bredgade. Har var ikki loyvi at fotografera, so myndirnar eru eitt sindur kiksaðar. Jeppe er avmyndaður á skránni, sum mann kundi keypa sær. Vit vóru seks og hugdu: Sólrun, Lars, Lisa, Turið, Hallur og Bergljót. Herligt. Og tað var ælaslit.

DSC04170DSC04171DSC04174DSC04180DSC04183

Aug 25, 2016

Reykjavík – dagbók 3

Tá ið I.R. var farin til arbeiðis í morgun, setti eg meg at lesa og binda.

P_20160825_161559[1]

Hugsaði, at tá ið arbeiðsmenninir komu, tá kundi eg fara út, men hvat galt? Har kom eingin maður. Heldur ikki Almar – hann eitur eftir ommu síni – sum hevur arbeitt á altanini nú tveir dagar.

P_20160824_085507

Ná, í býnum neyt eg eina máltíð á Shalimar, skoðaði dómkirkjuna (ókeypis), var ein guidaðan bókmentatúr i gamla býnum (ókeypis). Vit fóru frá Borgarbókasavninum, tveir menn vóru leiðsøgumenn. Vit steðgaðu á ymsastaðni, og teir skiftust um at siga frá og lesa upp úr skaldskapi um hetta pláss ella um býin. Alt á enskum. Sera áhugavert, kanska eitt hugskot til Býarbókasavnið?

 

P_20160825_151438[1]

Hitt stóra ahorntræið á blogginum fyrradagin var ársins træ í 1980, í gjár keys Skógrøkt landsins ársins træ 2016, tað var henda stóra alaskaøspin, sum stendur í Grjótatorpi, sum er elstti býingur í Reykjavík. Skógrøktin ger hetta til tess at vekja áhuga og medvit fólksins fyri trøum og træplanting. Kanska eitt gott hugskot hjá Skógrøkt landsins í Føroyum?

P_20160824_142525

P_20160825_150203[1]P_20160825_130015[1]P_20160825_164455[1]

Aug 24, 2016

Reykjavík, dagbók 2

Systir hevði frí í dag, so tá ið vit høvdu etið morgunmat fóru vit sman at svimja. Sama góða veðrið herligt at dusa sær í heitum potti í sólskini. Ein ungur maður var farin í gongd í køkinum hjá IR, so tað var líka gott at sleppa sær á dyr. Tá ið vit høvdu svomið nutu vit ein latte á eini nýggjari café í gøtuni hjá Gudny.

P_20160824_101558_BF

 

Og eftir tað gekk leiðin oman á sendistovuna á Hallveigarstað. Elspa á sendistovuni vísti okkum runt, bæði í skrivstovunum og í kjallaranum, har ein listaframsýning er (Vegghamar, Bárður, Finnleif, ein mynd hjá Rannvá Mortensen).

P_20160824_120106

Nú spákaðu vit okkum í Hljómskílagarðin, har vit settust at eta matpakka.

P_20160824_125537

Inga Rósa skjeyt upp, at vit fóru í Hallgrímskirkju upp í tornið. Jú vit til gongu, men har var ikki framkomandi fyri fólki, ferðafólk úr øllum heimsin londum trákkaðust eftir at sleppa upp í tornið – bíðirøðin við lyftuna var long. So, nei nei – tað kann mann kanska fara um veturin.

P_20160824_131909

Nú gingu vit í sólini, IR át ís, vit hittu Árna, sum eisin er her í ørindum.

P_20160824_135754P_20160824_141356

Aug 23, 2016

Reykjavík dagbók 1

Kom til Reykjavíkar nakað seinkað í gjár. Møtti føroyingum á vøllinum, sum bjóðaðu mær lift heim á Sólvallagøtu. Altíð deiligt at koma til Ingu Rósu. Vit sótu og prátaðu og hugdu at krimi í gjárkvøldið.

Í morgun skuldi IR til arbeiðis, so hon var tíðliga uppi. Tá ið eg fekk eygu, hevði hon verið og svomið og verið í bakarínum, so nú var morgunkaffi á skránni. Tá ið IR var farin, fór eg í Vesturbæjarlaugina, deiliga upplívandi og síðani á Landsbókasavnið at arbeiða. Og tað veit vist, har sat Rúnar! Stuttligt at hitta hann, hann sat og prátaði við systur sína. Á Landsbókasavninum var framsýning við yrkingum hjá Snorra Hjartarsyni, men tað sjáldsama var, at tær vóru á gólvinum.

1471948583862 

P_20160823_135719

Seinnapartin fór eg oman í Tjarnarborg eftir IR. Nú í kvøld hava vit verið túr í býnum og síðani etið fisk. Hetta ahorn træið stendur mitt í býnum. Tað er 100 ár, men tey kunna gerast 500 ár.

 

14088540_1099182473510077_2345839098094448940_n - Kopi - Kopi

14086376_1099187206842937_8908953062248463785_o - Kopi14053780_1099187853509539_2092529319895555537_o

Aug 12, 2016

Turið systir 70

P_20160811_194753

Føðingardagurin varð hildin í Roykstovuni í Kirkjubø. Turið er so snild, at hon hevði buss til okkara báðar vegir, tað gav ein ekstra spenning. Festligt at síggja øll koma veitsluklødd út á Frælsið.

P_20160811_184851_BF

Tað er fyrstu ferð, eg havi verið í veitslu har. Men fyrst var rundvísing á skránni, bóndin tók ímóti í føroyskum klæðum, so tað var festligt.

P_20160811_192219

Døgurðin var laksaflís, lambskjøt og rabarbudessert + kaffi.

P_20160811_202320P_20160811_202430P_20160811_204223P_20160811_204258P_20160811_204328P_20160811_204415P_20160811_204521P_20160811_204536P_20160811_233057P_20160811_204716P_20160811_204859P_20160811_232131P_20160811_214454P_20160811_224400

Turið fekk fleiri talur, væl býttar sundur í ættarlið: Leyvoy, undirritaða, Alda, Silja og long distance Frida Sofía. Stuttligt at samanbera talurnar, allar samdar um tað heilt grundleggjandi, men hvør við persónligum vinkli.

Turið hevur átt húsini í Leivsgøtu 4 nú í nógv ár, og tað skal hon eiga, at húsið er enn - ella aftur eitt samlingsstað, har familjan altíð er vælkomin. Turið hevur samlað okkum mangar ferðir, til ólavsøku, nýggjár og føðingardagar og minningarhald. Børnini hava eitt serstakt pláss hjá stóru Turið, hvør finnur upp á at gera døgurðaparty og so bara hava børn sum gestir? Ella at hava eina søgustund, har børn í lurtiførum aldri eru vælkomin?

Okkara føroyski urtagarður telur nú gamlar veðurbardar plantur, sum eru komnar fyri seg við velting og taðing, sum yrkingarnar hjá S av S og bókina hjá Sigerti og nýggjar litfagrar vøkstrir, aldar fram úr góðari mold sum bókmentasøguna og tær smáu vínreyðu gávubøkurnar. Eitt so frálíkt hugskot og munandi stuttligari gáva enn “citater til verdens bedste mor” ella “kort og godt om verdens bedste far”. Jú hon er eisini kreativ og umsitur okkara felags arv við virðing og nærlagni.

 

 

Góða Turið, vit hava verið nógv saman (og nú senda vit blíðar tankar til Sólvallagøtu í Reykjavík) – tá ið børnini vóru smá høvdu vit “fróar frídagar” í Føroyum, vit gingu í seks vikur í Norðurspania, vit súkklaðu á Gotlandi, kvæðatúr við Norrønu og Rumeniatúr. Vóni, at vit fáa mangar góðar løtur afturat. Takk fyri alla hjálp og stuðul, bæði kensluliga kæra systir og fakliga kæri professari og mentor.

Aug 3, 2016

Carlsberg revisited

DSC04079 

Tá ið eg var ung vóru summi fólk svorin “hof” fólk og onnur “grøn tuborg” fólk, eg minnist, Elma vildi altíð hava grøna Tuborg, kanska tí at hon arbeiddi á Carlsberg. Í dag leigaði eg mær eina súkklu og fór á gamlar gøtur. Turið og Hallur búgva fáar minuttir frá Sólbakkanum á Carl Jacobsens vej. Bryggjarin hevur sett djúp spor í Keypmannahavn.

DSC04072

Bryggaríið, okkara granni og arbeiðspláss í 70unum er ikki til longur. Har er nú Carlsberg Campus, tað skal lata upp nú, heystið 2016. Tað verður ein professiónsskúli. Eg leitaði eftir fílaportrinum, tað sá eg ikki, men eg hugsi, tey hava flutt tað og fara at seta tað upp aftur.

DSC04093

Súkklurnar, by- og pendlercykel, standa beint uttanfyri her, tú teknar teg sum brúkara á netinum, og so taka teir pengarnar sjálvir.Tú kanst seta súkkluna frá tær onkra aðrastaðni, kostnaðurin er 25 kr. fyri hvønn byrjaðan tíma.. Eg súkklaði heim í býin og fór á Glyptotekið, fyri nú at halda Carlsberg temað við líka. Tað er eitt flott savn, og hesa ferð var serframsýningin Gaughin’s Worlds. Ætlanin var nokk at síggja standmyndir eisini, men Gaughin var mær nóg mikið.

DSC04096