Salurin var Borgarleikhúsið í Reykjavík. Tengdó var leikurin, Tengdó er kelinavn fyri tengdarmóðir, sum merkir verm+oðir. Leikurin er ein dokumentarleikur um verm'oðir hövundsins, sum vaks upp og visti ikki, hvör fa'ir hennara var. Og tað sjáldsama var , at hann spældi sjálvur vermammu sína. Og hann spældi eini mammu vermammu sína, sum hitti ein amerikanskan hermann og bleiv so forelskað ...og við barn.
Spennandi pallmynd við einum ovurstórum fallskýggi, sum varð nýtt sum tjald, eisini var video og skuggamyndir, fotomyndir og at enda hoyrdu vit konuna sjálva siga frá, hvussu gekst, tá ið hon hevði funnið faðir sín eftir at hava leitað í 48 ár. Ein fantastiskur leikur.
Leikarin eitur Valur Freyr, kona hansara, sum altso er dóttir Teng´dó, eitur Ilmur og er palllistafólk og hevur verið við í uppsetingini.
Ja, eg eri í Reykjavík, og Inga Rósa, sum altíð er so hyggin, hevði keypt atgongumerki til hesa sýning. Hinar damurnar Badda og Turiður og Guðný vóru eisini við, og IR bjóðaði dögurða fyrst á Ránar´ötu. Hon er svomikið krútt, hún Ingarósa.
"Ef thið sjáið hann, látið mig vita!"
No comments:
Post a Comment