5. november var Linubólkurin í Tilhaldinum við einari kvøldsetu. Vit plaga at fara eina ferð um árið í Tilhaldið við onkrum undirhaldi. Í ár hildu við 125 ára hald fyri Williami Heinesen við tekstum hjá honum.
Linubólkurin eitur eftir Linu Larsen, tí megnar sjónleikarkvinnuni. Men vit kalla okkum eisini senior-bólkurin í Sjónleikarhúsinum.
![]() |
| Anna J,Bergljót, Kirsten, Karin, Pól, Gunnhild, Anna O Eyrith og Oddvá |
Tekstirnir, sum vit lósu, vóru fleiri sæddir við barnsins eygum. Tað dugir WH so sera væl. Tann fantasifulli smádrongurin í Bartskersstovu, sum sær tornið á heimsins enda og sum fekk eitt skip í jólagávu. Og hin prátingarsama Merit, sum dugir at síggja tað stóra í tí smáa. Tað er sum at eta fínastu konfekt at lesa WH. Orðini eru so væl snarað og so musisk, ongantíð gerandislig og grá - bara so litrík og flogsterk.
Forkunnugt var at hoyra eitt bræv, sum WH skrivar til vinmannin Jacob Zahle. Í brævinum fortelur William, at hann er nú vorðin avhaldsmaður.
![]() |
| Karin lesur brævið frá WH |
![]() |
| Oddvá lesur Merrith |
Vit høvdu tveir sangir: Gunnhild sang "Haymaking by the Sea" við fylgispæli frá Jakup Dahl Wardum, formanni Havnar sjónleikarfelags, og Anna sang 'Tante Mimis arie'. Henda síðsta vísa er bara so sturrlig. hon Mimi er so æviga troytt av øllum av skómakarabeiggjanum av regninum, men tíbetur hon kann lívgast upp aftur um hon fer ein tú á kirkjugarðin at síggja onkran verða søktan í jørðina. Anna er ein sangari/sjónleikari av guds náði, púra óimponerað og so stuttlig.
![]() |
| Anna, Pól var okkara frásøgufólk |
Ársins sketch var um hesar tríggjar, sum eru á sólorku og triple trola. Tær elska varman, drinks og Vaglið í Albir. Spott er altíð best, tá ið tað rakar teg sjálva og ongan pínir. Og sum Anna sigur 'overdrivelse fremmer forståelsen' . Eg haldi, at vit gjørdu passaliga nógv av.
![]() |







No comments:
Post a Comment