Jul 23, 2020

Summar 2020 . Á Sandi

Vit teknaðu okkum til ein túr á Sandi, sum var rundvísing í Veltuni og døgurði frá Hannu á Reynatúgvu.


Veðrið var av tí fagrasta, tá ð vit fóru um fjørðin um middagsleitið. Í Veltuni fingu vit frágreiðing um arbeiðið har. So stuttligt at síggja kálplanturnar í besta blóma. Á einari hill vóru smáar plantur, sum skula setast út seinni. Garðakál, grønkál, krúllkál, tomatir og kinaleykur og mangt annað.
Inni var heitt sum í pottinum. Úti sóu vit stór rótarkál og eplaveltur, so sera áhugvert.






Nú gekk leiðin á Reynatúgvu, har ein sóljugul, smílandi
Hanna tók ímóti. Har var borðreitt bæði úti og inni. Fyrst fingu vit súpan, sera væl kryddað tomatsúpan við malnum ærskjøti og heimabakað flutes. Ótrúliga lekkurt. Síðani var heimabakað breyð við føroyskum viðskera- Og omaná fingu vit rabarbukaku v. ísi og kaffi.

Pippur er ein kalkunungi
Nú mundi eg gloymt tað týdningarmiklasta: eg lærdi tvey nýggj orð henda dagin. Tað mesta sum vit ótu hjá Hannu var stuttflutt, stuttfluttur matur er burðardyggari enn slíkt, sum verður ført langar leiðir við skipi ella flogfari. Og so hevði Hanna kókikrana, tað er eisini á Suðuroyavegnum, men har kalla tey tað cooker, kókikrani er krani, sum hevur kókandi vatn.

 Ein stórur partur av upplivingini var at síggja húsini hjá Hannu, so kreativt og originalt innrættað sum tey eru. Ein stórur pallur gongur allan vegin runt, har Pippur fær sólað sær, ein útistova við einum so sjáldsomum borði, sum er  eitt herðablað og ymiskir aðrir spennandi lutir.
Tað var enn ein løta, til báturin fór, so vit fóru biltúr. Í Søltuvík vóru fleiri ferðafólk og hugnaðu sær, ein smádrongur fór við spann við murtum í, eitt par tosaði um café, veit ikki, um tey leitaðu eftur café í Søltuvík. Akkerini av Principiu liggja og siga sína søgu. Ein frálíkur túrur at enda komin. Eitt slíkt átak, ferðist í Føroyum, skuldi verið gjørt oftari.

No comments:

Post a Comment