Jul 29, 2020

Ólavsøka 2020

Í ár havi eg ongar gestir, og Turið og Hallur og børnini eru burtur. Sólrun er á ólavsøku, men hon hevur ferðafólk við, so hon er til arbeiðis. Tað vóru ikki so nógv fólk í býnum sum vanliga óalvsøkuaftan. Skrúðgongan var minkað, 4 fólk úr hvørjum felag, 15 ross í staðin fyri 30. Eg hugdi at øllum í sjónvarpinum, og so sá eg Sólrun har á Vaglinum við endan á mikrofonini hjá Tórði Mikkelsen. 

Ólavsøkurøðan hjá Doris Rasmussen snúði seg um at verja felagsskapin. Koronutíðin hevur lær okkum, at vit eru sterkast í felag og latið okkum halda fast við tað eisini eftir koronu. Hon talaði um sjálvboðið arbeiði, sum nú á døgum verður minni virt, tí øll spyrja, hvat fái eg afturfyri. Góð tala, helt eg.

Setanin av sofuni. Sofusetan.

Nå, so stríddi eg meg upp av sofuni og fór yvir til bussin. Ætlanin var at fara í Finsen. Tað er ein stuttlig framsýning, deiliga nostalgisk. Gamalt er ikki bara gamalt, tað, sum er javngamalt við teg, er stuttligt. Gamalt, gamalt er ofta nokso keðiligt. Men nýtt gamalt er herligt. So fór eg gjøgnum býin, eg tosaði við eitt menniskjað á vegnum, og tað var Christian Wahl, so stuttligt at hitta hann. Tá ið eg kom í Vágsbotn, mátti eg hvíla meg, so eg fekk mær ein ljósareyðan drykk á TARV. Har er fínt at sita uttanfyri og eygleiða lívið. Vit sótu har í fjør saman, meðan børnini runnu ólavsøkurenning, men tá sat eg saman við øllum mínum. 
Hesar dalskvinnurnar, so láturmildar. Uttanfyri pakkhúsið.

Nú var eg væl fyri at ganga yvir í Mullers, har var nógv fólk og nógv vakurt at síggja. Og tilmælini vóru so hegnisliga fylgd við hálsbandi til hvønn gest, so tá ið hálsbondini eru uppi, er fult. Gestirnir skuldu eisini skriva sínar kontaktupplýsingar niður. 

Altíð onkur nýggj føroysk klæði at síggja

Tað var enn ein løta til fólkafundur var, so eg hugdi at kappróðri av einum bonki á hospitalsvegnum, so herliga gott útsýni, tó ikki av málinum. Á háskúlanum var eitt sindur av fólki, fundurin var úti av koronuávum, og tíverri regnaði eitt sindur, meðan fundurin var. Paula helt eina brandtalu. Hon tosaði um at minnast ella ikki minnast, og gloyma og minnast tað gloymda. Hegnisliga bygd tala, har søga og framtíð møttust. Og skúlaskapur og fornminni, og serstakliga skúlans leiklutur. Háskúlin hevur størri leiklut enn nakrantíð, nú ið miðnámsskúlin er blivin ein einsrættað excelark institutión. Jú hon dugir Paula!
Paula Gaard

´
Símun Erik og Borgný

Alda og Pauli

Óli var klárur við Flóvanum, tó varð ikki farið upp á gólv

Lea og Heiðrikur sungu tveir sangir

Nú fór eg heim aftur, og nátturðin bleiv eisini avmyndaður. Borð til eina, takk!






No comments:

Post a Comment