Nov 8, 2013

Tausen farin

Soleiðis kallaðu vit Svenning Tausen í realskúlanum í Hoydølum í 60unum, nógvir lærarar vórðu kallaðir eftirnavn og summir bæði – aldrin bara fornavn. Hann hevur verið ungur tá, bara 28 ár. Hann var eisini eitt sindur smæðin, royndi at halda i oyrini á okkum, men var samstundis láturmildur, so at ofta endaði tað við, at hann smíltist í staðin fyri at harta.

Vit høvdu hann í rokning, og roknibókin var sjálvandi á donskum, og í henni vóru “setningar” ella reglur at læra seg uttanat (sum t.d. faktorernes orden er ligegyldig), hesar setningar týddi Tausen til føroyskt og ornaði okkum at skriva niður og læra okkum á føroyskum. Vit lærdu sostatt líka nógv føroyskt sum rokning hjá honum.

Eg seti her tvær myndir, sum Birgir Kruse hevur tikið av Tausen:

1388680_10151980382797270_457440686_n1459025_10151980382022270_1936110246_n

Eg minnist so væl, tá ið Tausen bleiv forelskaður, hann át altíð døgurða í kantinuni á kostdeildini, og har var Amy. So spurdu vit, um døgurðin smakkaði væl…hm, hm, og so søgdu vit, at tað sást á búkinum, at hann var væl við  kokkin, vit argaðu hann, og hann rodnaði, men tað var alt í blíðum.

Prestur talaði um ‘orðið’ í dag í kirkjuni, og valla kundi betri passaga verið funnin til Tausen. Hann var góður við føroyskt og var altíð við tí góða orðinum. Amy og Tausen arbeiddu bæði við týðing og bókaútgávu, og í dag hoyrdu vit í kirkjuni ein sang, sum Amy hevur yrkt til mannin – sera rørandi kærleiksváttan.

tausen

Í dag var gott veður at fylgja líkið, og ein stór mannfjøld fylgdi Tausen til gravar.

No comments:

Post a Comment