Tú skimast og hyggur, gongur millum hillarnar við teimum mongu vørunum, ikki eitt menniskja at síggja, 3 menn í handlinum , ein við kassan og tveir við hvør sínum skermi ……Sjálvandi ber tað til - og tað gera kundarnir - at ganga yvir til kassan, prika í bakið á manninum og siga, kanst tú vísa mær...
Men er tað veruliga meiningin?
Tú situr í tveir tímar og prátar við skitnum borðiskum á borðinum og ongum kaffi, hopleyst at fáa eygnakontakt. Sjálvandi ber tað til at rópa - og tað gera kundarnir -, tú kanst rópa: Hey! ella Hey hon sjálv! men rópa hart, so at hon kann rívast úr ævintýrklóm.
Gev gætur, at hetta er ikki tí at tey eru ovbyrjað av arbeiði. Ofta er bert ein kundi í eygsjón.
Ársins jólahandil??? Neyvan!
No comments:
Post a Comment