(27. juni) Tað er 11. ferð, Símun í Uppistovu skipar fyri Floksmannadegi í Hattarvík. Havi hoyrt nógv um hesa serstøku hending og var so heppin at fáa atgongumerki í føðingardaggávu. Fyrst við bussi úr Havn, so við báti út til Hattarvíkar. Tað var gott at koma upp á land á Trøllagjónni, og har stóð fólk og tók ímóti.
![]() |
| Á Trøllagjónni í Hattarvík |
![]() |
| Turið og Árni |
Nógv var á skránni og serstakliga nógvur og góður matur. Túrur í hagan, góð løta í kirkjuni við frásøgn og tónleiki, súpan seinnapartin og stórur døgurði um kvøldið. Tað serliga við døgurðan er sjálvsagt, at kjøtið verður stokt/kókað í nógvar tímar á heitum gróti undir jørð.
![]() |
| Símun og Turið |
![]() |
| Kjøtið verður niðurgrivið |
![]() |
| Turið gongur túr Niðri í húsi |
![]() |
| Góð minni rísa í huganum |
![]() |
| Andrass Sólstein |
![]() |
| Hamradun |
Tíverri var regn ein stóran part av degnum. Tá ið vit skuldu heim aftur, - eitt sindur framskundað, tí at báturin kom ikki til Hattarvíkar, har ið tað var ókyrt - vórðu vit koyrd yvir á Kirkju, har ið báturin lá útfyri. Men fyrireikararnir taka alt, sum tað kemur, og alt gekk væl. Símun var á lendingini á Kirkju og segði farvæl og hjálpti til.
Ein so fínur túrur, øðrvísi enn túrar flestir. Tað besta var løtan í kirkjuni og døgurðin um kvøldið saman við Hamradun. Eg visti ikki, at mær dámdi so væl modernaða útgávu av kvæðum. Takk Turið og Hallur fyri ein fínan túr.
![]() |
| við búgvið borð |
![]() |
| Fara av Kirkju |
(4. juli) Vit fóru út til Svínoyar í føðingardag hjá Óla (60) leygarmorgun, tað var nokso vátt, men hann lovaði turrari veður seinnapartin. Tá ið vit komu á Gamlagarð, fingu vit ávíst seingjarpláss, og síðani var morgunmatur.
So sera nossligt gistingarhús í Svínoy og vakurt pyntað til føðingardag.![]() |
![]() |
![]() |
| Óli greiðir frá "Dropanum" |
![]() |
| "Dropin" eftir Edvard Fuglø |
Síðani gingu vit oman ímóti bakkanum, og Óli hugleiddi um Svínoyarbjarna, sum var mammubeiggi Trónd í Gøtu. Óli resiteraði "Hevjið í homrum" eftir JHOD.
Ein minnisvarði afturat er í Svinoy, hann er til minnis um maningina á Rachel úr Stromnes, sum fórst í Skotavíkini í 1786. 17 lík funnust aftur, og teir menninir liggja grivnir her. Minnisvarðin varð reistur í 2011.
Seinnapartin fingu vit súpan og kaffi og kakur. Blíðskapurin í Svínoy var framúrskarandi.
Eg gekk ein túr niðan til svimjihylin, sum Petur Takamaso hevur arbeitt so íðin fyri. Og har er sanniliga nossligt.
![]() |
Um kvøldið var veitsludøgurði, fýrverk og dansur. Óli fekk nýyrktan sang, talur og nógvar hjartaligar heilsanir.
Í Runsival í Svínoynni
hann mangan kampin tók
við træsvørði í høgru hond,
gekk heidningum ímót.
Hømulian veksur væl,
hon heiðin herur var,
ja hon fekk síni høggini
og lívið missa skal.
Sunnumorgunin fóru cit aftur við Rituni, fyrst úr á Kirkju og síðani Hvannasund. Ein frálíkur túrur í Svínoy.





















