Tann skarin av ungun fólki, sum settu búgv í Grønlandi síðst í 40 og fyrst í 50 unum, er farin at fækkast.
Hósdagin var Frida ´borin út í góðveðrinum. Og var tað kanska symbolskt , tí hon var blíðheitin sjálv. Hon var ein virksom dama, sum hevði sína meining um tingini. Eg minnist sum barn, tá man kom inn í hitarúmið, og morgunfrúurnar sótu har og prátaðu. Eg var still og smæðin, kom spakuliga inn í hitan og turkaði mær. Og har sótu allar konurnar og diskuteraðu eitt og annað. Ofta var prátað um, hvat tær skuldu finna upp á til døgurða. Og tá kundi Frida vera nokso harðmælt. Hetta var jú av týdningi fyri eina húsmóðir, og allar vóru hesar konur húsmøður, sum fingu sær eina fríløtu í svimjihylinum. Bæði tað sosiala og so at fáa rørt kroppin hevur havt alstóran týdning fyri hesar konur.
Tá eg nú hugsi um hetta ættarliðið úti í Grønlandi, so er tað konurnar, sum traðka týðiligast fram í minninum: Klóka og stuttliga Sammelina,sum kendi og hevði stóran áhuga fyri náttúruni. Sofía við sínum látri, og sum peilaði í vindeyganum, tá vit spældu rundbolt á Grønlandsvegnum.Vit vóru bangin fyri Jóanes, tí um bolturin kom inn á hansara garð, so bleiv hann illur. OG Guddid, sum bleiv kallað Grønlandsørnin. Hví veit eg ikki rættuliga. Jú, nokk tí hon var eitt sindur ornut. Og so Jona, sum sat við køksvindeygað og peilaði av, einaferð , eg kom seint heim við sjeiki eina leygarnátt klokkan 4, minnist meg rætt. So ekspederaði eg í bakarínum hjá Margi og Erling. Har var fult av fólki, ofta kø langt út á vegin. So kemur Jona, og skal keypa eitt fransbreyð, og sigur hart og týðuliga: Nå, tú komst seint heim í nátt við sjeiki. Og eg rodnaði upp um bæði oyru, ógvulig flov. So má eg nevna Sigurð, sum dámdi so væl at arbeiða við steinum. Tað man hava verið sera avslappandi fyri hann, tí nógva tíð brúkti hann við bara at standa og fundera yvir, hvar nú hesin ella hasin steinum skuldi vera. So minnist eg eina episodu við Sigrið av Skarði. Eg man hava verið 8-10 ár. Vit báðar møttust á Grønlandsvegnum, og sigur hon so blíð: hvussu hevur tú tað Sólveig? Ein slíkan spurning hevði ongin nakrantíð spurt meg fyrr. Um vaksin spurdu meg um nakað, so var tað um, hvussu gekk í skulanum. Eg man hava følt meg virðismetta sum eitt orduligt fólk, tí hendan hending stendur so týðuliga í minninum.
Nú eru ikki nógv eftir í Grønlandi av hesum ættarliðnum. Ella og Poul eru á Boðanesheiminum, Katrina er á einum sambýli, og mamma og pápi eru á Tjarnagarði. Unga ættarliðið er komið í húsini.
Skrivað: Sólveig Sørensen
No comments:
Post a Comment