Frida var 95 ár, nú ið hon legði eyguni saman, tað er ikki øllum unt at slíta so høgan aldur. Sum ein av morgunfrúunum, var hon og svam í svimjihylinum heilt til ellisár, hon kavaði av vippuni til hon var 92. Frida var lívlig og prátingarsom og familjukær fram um alt. Hon bjóðaði til døgurða alla tíðina, og børn og barnabørn nutu gott av hennara blíðskapi alt árið í ring.
Tað var vakurt at síggja teir ungu menninar, sum bóru ommu sína tey seinastu fetini her á fold.
No comments:
Post a Comment