Skráin í NLH var sera flott og fjølbroytt. Eg fór niðan seinnapartin við Herbert og Magnu. Vit fóru at leita eftir ævintýrlandinum hjá Jóhonnu av Steinum, og sanniliga funnu vit tað, tað var so gott at síggja tað aftur. Vár B. Jacobsen segði ævintýr fyri børnunum, og tað dugdi hon so serstakliga væl.
VIt síggja á myndini, hvussu børnini súgva hv'ørt orð til sín. Ævintýrini vóru Risans klóta, Kongsdóttirin, sum varð burturtikin av sjótrøllinum og annað. Vár vísti børnunum, hvar á listaverkinum ævintýrverurnar vóru at finna, og Magna hjálpir til.
Tað bar eisini til at tekna og skriva inni á skrivistovuni hjá Rakel Helmsdal, og ikki at gloyma matin – har var alt gott, bæði til stór og smá.
Um kvøldið sóu vit leikin Regn, sum er ein dansleikur, við ljóði og rørslum. Tey vóru fýra í hópinum, men tvey høvdu høvuðsleiklut, tað vóru Kjartan Hansen og Kristina Ougaard Sørensen. Á myndini, sum er tikin av FB síðuni hjá NLH, síggja vit tey saman við Annfinni Heinesen.
Leikurin var ein søga um tvey gentu og drong, stóran part av samanhanginum má áskoðarin sjálv fáa í lag, og tað var spennandi. Tey brúktu kroppin sum skulptur og talaðu kropsmál.
Myndir, sum sita eftir eru: ástarleikurin, sum var so serstakliga expressivur uttan at gerast vulgerur, fín fín koreografi; hann situr deyður (?) , og hon situr ovast í stiganum, meðan svøvnligur tónleikur ljóðar;
tey arbeiða saman við spannunum, tveita tær sínamillum; og so tann síðsta myndin av brúsubað í reyðum kjóla vakti áhuga av nýggjum, tí vit visti ikki at vatn var í nakrari av øllum hesum spannunum.…ta myndina havi eg ikki tulkað liðugt enn, tann reyði kjólin er við í leikinum alla tíðina, men liggur fyri tað mesta í eini spann……
Sera sera flottur og áhugaverdur leikur, nýtt, eksperimenterandi, sera lítið av teksti ella dialogi og tað, sum var, var á enskum. Eftir leikin hoyrdist fólk tosa um, hvat hetta nú var, og onkur spurdi meg, um gjáarmenn vóru so serliga harðir. Hon spurdi, tí at leikurin skuldi byggja á eina søgn frá Gjógv, og tá kom fram úr mínum gamla heila søgnin um mannin, sum egndi við systur síni og síðani fekk nógvan fisk. Óunnilig frásøgn, men nú aftaná síggi eg væl, at maðurin í leikinum, sum var til útróðrar fekk fyrst einki, men síðani stóð á at draga hjá honum, men eg minnist ikki søgnina ordiliga.
Í øllum førum fínur leikur, og kanska fult so góður, um tú IKKI kennir søgnina.
Ja, fantastiskur leikur!
ReplyDeleteEg tulkaði endan sum javnari kynsbýti. Veit slett ikki um tað er rætt. Men eg sá ikki mannin ikki sum deyðan undir trappuni (var tað ein piedestal, sum konan var sett á?), men sum útbrendan, sum mistan. Hon royndi at tendra hann aftur, millum annað við reyða kjólanum, men hann fekk ikki tikið um hana, tí hann helt fast í einari spann. Hann var bundin og sløknaður í arbeiðsstríðnum (og halt kipp, arbeiðsscenan, tá hann tuskar frá spann til spann var góð!).
Men so skolar regnið niður. Tað havi eg onga tulking av, men okkurt slag av reinsan var tað nokk. Hann vaknar, letur seg í kvinnuklæðir, fer aftur at fiska, og nú gongur betur.
Og so riggaði atmosferiski tónleikurin hjá Jens heilt ótrúliga væl.
Ja, ein mynd, sum var serstakliga flott, var tá ið hon hekk uppi í honum krøkt føst, meðan hann gekk til arbeiðis, hon hekk har sum ein byrða ella ein svullur, ella hann var sum ein barnakona við einum løgnum fostri.....
ReplyDelete"javnari kynsbýti" var skeiv orðing, eg meini "minni fastlæstar kynsleiklutir" ...
ReplyDelete