May 12, 2013

Familjutúr í Saksun

Um  í gjár og í dag eru tekin um, hvussu summarið verður, so skal eg ikki klaga. Aftur ein deiligan túr í dag. Vit koyrdu til Saksunar og spákaðu heilt út á Lógv, tað eru einir 2,5 kilometrar. Herbert (4) og Magna (2) vóru so røsk at ganga. Vit høvdu kaffi við og Homeblessed sjokokeks.

DSC_0019Turið 192Turið 178DSC_0037

Eg haldi ikki, at eg havi verið har fyrr, jú í Saksum og Dúvugørðum og tað, men ikki á sandinum og eftir øllum sandinum. Tað var fantastiskt at síggja, hvussu flóð og fjøra arbeiða har. Tá ið vit komu, fóru vit úr um føturnar og vóðu, men tá ið vit komu aftur, fingu vit gingið akkurát sum einki. Forundarliga náttúra.Turið 234Turið 211

Nú ið mammaudagur er, fóru vit á Hafnia og ótu mammudagsdøgurða, tað var deiligur matur. Vit fingu loyptan laks við royktum osti, fenniku og radisum, rib eys búff, og so eina serliga dessert við dildolju, eg las nakað skjótt og hugsaði: wau hetta er avanserað, hvat slag av dildo er tað?  og hvussu verður tað serverað? men dild oljan smakkaði ok.  Turið var eisini nakað knøpp, tá ið hon las bernaise á barnaskránni og hugsaði, hvat fáa tey til dessert, so var tað barnaís. Kanska vit høvdu fingið ov nógv fríska luft.

DSC_0041

No comments:

Post a Comment