May 25, 2013

Liturmálið 44 ár

009
Í dag fyri 44 árum síðani bleiv eg gift. Vit giftust á politistøðini í Havn í Jónas Broncksgøtu. Aftaná var drekkamunnur í Leivsgøtu. Eg gekk í 2. g, og Sólrun var eitt hálvt ára gomul. Seks ár seinni flutti Jákup út úr íbúðini á Sólbakkanum, men liturmálið bleiv verandi.
Vit fingu liturmálið í brúðargávu frá Marin og Selmu, tað eru fáir lutir í køkinum, sum hava fylgt mær so leingi. Nógv hevur verið mátað og skonkt úr hasum ílati, saft, mjólk, vatn, blóð, vín. Liturvís av sólskini og góðum døgum, men eisini hektolitrar av frustrasjónum og vónbroti.
Á Gørðunum í Klaksvík seinast í 60unum  var altíð nógv fólk í húsi, Magna giftist og fekk børn, Selma fekk Manju og Marianna og Amariel vóru par tíðliga og fingu Mayfinn. Vit arbeiddu øll hjá Kjølbro, og døgurðin var ofta bollar av bollafabrikkini ella knetti av knettavirkinum. Kristianna stýrdi øllum við mildari hond, tað var fátt, sum ikki kundi lekjast við temunni og nýbakaðum bollum við heimagjørdum súltutoyi frá vermammu mínari í Klaksvík.
Hetta rustfría stálið forgongur ikki, so eg vænti at brúka liturmálið í 44 ár afturat. Nógvir litrar av minnum, sum nú blandast við seinni minnum, vit brúka enn saft, mjólk, vatn og blóð.
008

No comments:

Post a Comment