May 3, 2013

Stjørnudust í Hoydølum

Hans Pauli, Zacharias og Hans Olivur hava gjørt tað aftur. Teir hava latið eina konsert, kvøldsetu við frálíkum tónleiki og sangi. OG listaflokkurin hevði framsýning í gongini. Tíverri var eingin sjónleikur og filmur hesa ferð, men rektarin lovaði, at komandi ár verða tæt listagreinirnar við.

Teir dugnaligu næmingarnir á miðstigi sýna fram eitt úrval av myndum og skitsum, sum eru gjørdar á pappír. Tey hava arbeitt við foto, málaríi, klippi, installatión, tatovering og við leiri, men hesar verkætlanir eru ikki heilt lidnar. 

 

Erika

Tað liggur væl fyri hjá fleiri av næmingunum á tekniøkinum, t.d. hjá Eriku Andersen, hvørs portrettmyndir eru áhugaverdar bæði psykologiskt og í litavali.

005

004

003

Konsertin var sum vanligt, kórsangur a capella og bólkar við ymsum ljóðførum, serstakliga áhugavert var at hoyra tað jazzuta orkestrið, eg skilji, at fleiri av næmingunum eru við í orkestrum í býnum, tað hoyrdist, at hesi ungu taka tónleikin í álvara. Fyrstuflokkarnir sungu eisini til at vísa, hvat tey hava lært í sangtímunum. Café við kaffi og kakum og øðrum drykkivørum var eisini, tí partinum stóð 12u fyri. Eitt deiligt kvøld, og í ár eydnaðist at halda skránna, so at tað var liðugt í hampuligari tíð.

026

Eitt sindur av fólki var, tað kundu gott verið fleiri.023

Tónleikalæraranir, Hans Olivur var tíverri farin.013

á Café008

No comments:

Post a Comment