Viðhvørt er tað bara so stuttligt at vera lærari! Sum nú í dag, tá ið hástigsflokkurin hevði framløgu um Shakespeare leikin Julius Caesar. Kreativ og stuttlig, tey duga so væl.
Calpurnia situr og skrivar einum góðum vini bræv 10 ár eftir deyða Cæsars. Eitt stearinljós blaktrar, og vit hoyra, hvussu pennurin skavar eftir pappírinum, meðan brævið verður lisið upp. Hon sigur frá, at Cæsar hevði stórar ambitiónir, heni dámdi ongantíð, at hann gjørdist keisari, og hon var altíð bangin um hann, sín Julius.
Lýsingin av Brutusi verður partvís gjørd sum pappírsdukkuteatur, Erika er dukkuførari, og Brutus og hin klæni Cassius kjakast, somuleiðis er Portia á pallinum og finst at manninum, at hann loynir okkurt fyri henni, og hin purluti Antonius hevur nøkur orð um hin deyða bløðandi Brutus, sum sum tann einasti av drápsmonnunum drap Cæsar, tí at hann (also Brutus) elskaði Rom.
Cæsar heldur røðu, verður dripin og stígur aftur á pall, men hesa ferð sum ein afturgonga.
Og hin rómverski reportarin hevur eina loyniliga keldu í senatinum, sum boðar honum frá ósemjum millum partarnar, nú ið Cæsar er dripin, og fólkið á gøtuni undrast og stúrir fyri, hvat ið tað næsta verður.
No comments:
Post a Comment