Tað er ikki har uppi tað er galið, segði Dorit og peikaði til himmals, men her niðri. Ja, hon sipaði nú ikki til nakað beinleiðis himmalskt ella guddómligt, men meinti við Amazon Cloud, tað amasonska skýggið, sum goymir og varðveitir allahanda upplýsingar, skúlabøkur, abc, e-bøkur og i-bøkur, sum nú eita s-bøkur. S-bókin er á netinum, og tú keypir eitt hald. Tað ber til at taka bókina niður og leggja hana á telduna, men tá fært tú ikki allar samvirknar partar við (kann tó vera hent, um netið gongur fyri onkran morgun).
Stuttligasta orðið eg hoyrdi í dag er úr Klaksvík, har hava summir næmingar bókbók og aðrir e-bók ella s-bók. Bókbók má so vera pappírsbók.
Jú, tú gitti rætt, eg havi verið á skeiði – á NÁMI.
NÁM – Magnus og Dorit – høvdu skeið um bókina From where you are, sum er ein donsk skúlabók til ensktundirvísing, á NÁMI hava tey sett føroyskar orðatýðingar inn og gjørt avtalu við forlagið SYSTIME. Nakað tað sama sum Jette gjørdi í sínari við The Entrance, nú bara talgilt. Men annað enn orðatýðingar eru afturat tekstinum: sokallaðar samvirknar uppgávur. Næmingurin svarar á skíggjanum og fær rætt svar beinanvegin, ljóðbrot eru við, sum lýsa evnið og allur teksturin verður lisin av ensktmæltum fólki. Deiligur dagur, stuttligt at síggja starvsfelagar úr øðrum skúlum, t.d. fekk mann at vita, at summi teirra brúka bara e-bøkur, summi bæði, summi eru farin aftur til bókbókina, tí at netið á skúlanum riggar so illa. Dorit brúkar s-bók bæði í enskum og í søgu. Nú eru vit jú øll í sama fakfelag, so kanska samstarvið verður tættari.
No comments:
Post a Comment