Jan 26, 2013

Kyndilsmessudansur í Haraldsundi

Vit fóru úr Havn við bussi kl. hálvgun níggju, vit vóru nógv, formaðurin var bilstjóri og Bjarni var blíður har á fremsta stóli, tá ið tú komst inn.
010
Tá ið vit komu norð, var dansurin byrjaður, og tað var hin altíð aktuelli Jákup á Møn, sum rungaði. Nógv fólk var í dansi, trý feløg (Tøkum lætt, Norðsteymoyar- og Eysturoyar-) komu langvegis frá, og fólk úr øllum landinum vóru samankomin. Tað er so stuttligt at hoyra skiparar , sum tú sjáldan hoyrir, og har vóru nógvir góðir skiparar. Ormurin langi fór brúsandi avstað, honum á baki sigldi Vaagen í ódnarveðri, og Leirvíkspáll fekk okkum øll at smílast til hvørt annað, merkilig søga, serstakliga nógvar frásagnir um mat, ikki altíð líka leskiligan Smiley 013
Men maturin í bygdarhúsinum í Haraldsundi var leskiligur. Takk fyri eitt frálíkt kvøld.

No comments:

Post a Comment