May 24, 2010

Buen Camino 14













JÁKUPSVEGURIN
El Camino de Santiago - Chemin de Saint-Jacques - Der Jakobsweg er leiðin til Santiago de Compostella. Hagar liggja mangar leiðir - ein gjögnum alt Portugal, ein framvið Biskaya víkini, og fleiri byrja í Frankaríki. Leiðin vit ganga verður kallað tann franska leiðin, hon byrjar í Saint Jean Pied de Port í Suðurfrankaríki (har koma fleri franskar saman). Úr St. J.P. de P. gongur leiðin niðan í Runsival, síðani suðuryvir og so í ein beinan vestan. Jákupsvegurin sjálvur er eitt magnað symbol, okkara lívsleið gjøgnum hita og kulda, upp um dalar og fjöll osfr., nakað sum sjóferð ella havsins leið í föroyskari traditión. Hövudssymbolið fyri vegin er jákupsskelin, allan vegin er vegurin merktur vid eini stiliseraðari jákupsskel, hon sær eisini út sum ein sól við níggju strálum ella ein hond við níggju fingrum. Tann mest vanliga leiðvísingin er blá jarnpláta vid gulari jákupsskel og píli. Men skelin er ymiskliga gjörd úr ymiskum tilfari í ymsum býum, bygdum og landspörtum. Í Carrión vóru stórar keramikkflísar festar á betongstabbar til at forða bilum inn á stíggin. Nógvir býir hava sett skelina í vegir ella gongubreytir til at vísa veg, sum sementrelieff, ella koparrelieff.
Vegurin er í Brierly (2009) máldur at vera 798 km. Vegurin er væl merktur, gulir pílar allan vegin, tó er tað ikki sum at ganga eftir hasum klistribandinum á Ríkissjúkrahúsinum, sum vísir veg til rönkuna. Eitt sindur meiri diskret á einum træ ella pela ella húsaveggi.
Vegurin sjálvur ella stíggjurin er sera ymiskligur. Norðanfyri í Navarra gekk götan gjögnum skóg, har vóru áir, hövdir og deld, sera hugnalig og fjölbroytt. Á háslættanum - MESETA - var væl traðkað eyrgöta og landslagið nakad sum í Föroyum, lyngvøkstur og gras og nakrar grótrúgvur. Nógvastaðni er götan asfalt, ella asfalt vid smásteinum í, tað er hart fyri knöini, tá royna vit at ganga á jaðaranum, har ein lítil strípa av grasi mold/sandi er. Summastaðni er götan deiliga mjúk leirgöta, men í regninum var tað ikki so stuttligt. Tvær ferðir á leiðini hava vit mött sjávbodnum, sum hjálpa pílagrímum, báðu ferð var tað líka vælkomið, eina ferð at fáa lívd fyri vindi og kaffi aftanfyri teirra kampara og einaferð at fáa skugga og kaffi beint eftir eina harða brekku í steikjandi sól. Vegurin er sera lítið kommersialiseraður. Einans gang hava vit sæð eitt sölustað beint á vegnum, also ikki í eini bygd. Annars er ikki ein pylsuvognur ikki ein ísbúð einki. Ei heldur eru beinkir settir upp til at hvíla sær beinini. Tað er nokk ikki loyvt at hava slíkt söluvirksemi, tað verður nokk roynt at hava pílagrímsleiðina eitt sindur sum í gomlum dögum, tað skal ikki vera alt ov lætt og komfortabult. Nógva staðni fram við vegnum eru heilsanir og tekin. Smá altar og listarverk úr greinum og blómum og gróti. Allarbest umtókta symbolið er krossurin, men eisini leiðvísandi pílurin verður nógv brúktur og stundum eru báðir kombineraðir. Einastaðni stendur ein gongustivli fullur av blómum til minnis um onkran. Turið hentaði eina bukett ein dagin og setti hana í ein grótvasa. Annars verður alt tilfar brúkt, greinar, gras, plastikkposar, enntá rossatöð, plástur, einastaðni sá tad út sum ein kappping hevði verið at gera tann mest originala krossin, har sóu vit ein kross úr plástri.

No comments:

Post a Comment