May 14, 2010

Buen Camino 9



GISTA HJÁ PRESTI

Tað finnast trý sløg av herbergum á camino. 1) Privat herbergi. Ymisk til dygdar og í dýrara endanum. 2) Kommunal herbergi. Tey eru vist undir eftirliti og halda ein ávísan standar, tó at tey eru ymisk. Tey eru bílig. 3) Sóknarherbergi ella kirkjulig. Tey eru ókeypis (vit hava bera roynt eitt) og krevja bert eina gávu.

Tá ið vit um kvøldið okkara 9. gongudag komu til húsa í Logroño, var ikki rúm fyri okkum í herberginum ( tí kommunala), so vit fóru til tað næsta, har sótu 4 ungfólk og bíðaðu á trappuni. Á slagnum fýra læt prestur hurðina upp. Hann var findarblíður og beyð okkum vælkomnum.. Vit gingu upp gjøgnum nógvar trappur aftaná PADRE. Uppkomin í eina gong fingu vit ein lítlan fyrilestur á sponskum um húsið og kirkjuna.. Prestur dugdi sera lítið av enskum, so ein ungur pílagrímur , sum er úr Grikkalandi, segði okkum, hvat hann hevði sagt, har var brúsa, køkur og so fr. So vísti hann okkum inn í sovisalin, og halgatrý og hálvgun fýra, har vóru bara tunnar madrassur á gólvinum, men so segði padre okkurt um, at tey við "problemas" kundu koma við honum. So báknaði hann okkum at koma við sær. Eg skilti sum frá leið at okkara problem var, at vit eru so gamlar, seinni um kvøldið kom ein tilkomin afturat og slapp at liggja í song.
Nú spurdi prestur, um vit vildu hava døgurða í kvøld, eg spurdi tá hvat tað kostaði. Hann hugdi við eygum so stórum sum tekoppar at mær og segði: Eg bjóði tær døgurða...eh? eh? og tú spyrt hvat tað kostar? eh? eh ? Hetta er mítt heim og eg bjóði tær at eta við mær....eg skundaði mær at siga Gracias, gracias!! Tað vísti seg nú, at vit fingu døgurða og morgunmat frá herberginum, og tað kostaði bara at vit skuldu í kirkju ----tvær ferð. Fyrst undan døgurðanum til gudstænastu og so tá ið vit høvdu etið til eina bønarstund bara fyri pílagrímum... og so eina gávu í "DONATIVO" ein stór kista við ongum lási...fín gisting, men okkum dámar best tey kommunalu...

No comments:

Post a Comment