Søgan eitur Karitas við ongum heiti ella uttan heiti, sum málningar ofta eita. Og kapitlini byrja við einum málningi, lýstur við orðum.
Ein søga um kærleika og list, ella eg vildi heldur sagt erotikk og list, tí tað er tann erotiska atdráttarmegin hjá Sigmari, sum vinnur á Karitas – hvørja ferð. Listakvinnan, sum verður gift og fær børn og dvølur einsamøll í eini bygd, meðan maðurin er til skips, og so tá ið maðurin rýmir, og hon eigur tvíburar. Hjúnini tosa ikki nógv saman, men eros heldur ikki frí.
Søgan er næstan líka nógv um mammu Karitas, eitt konubrot, sum ‘fer ringin’ til at útvega børnum sínum skúlagongd.HOn fer við báti av Vestfirðum, men tey slepppa ikki norðureftir fyri ísi, tá siga tey við hana, at so má hon droppa hasa øru ferðina við øllum børnunum: “Við heyrum stutt og kalt svar móður okkar. Ég fer bara hringinn.” Hesin ringur er sjálvandi túrurin um meginpartin av landinum til at koma fram til Akuroyrar, men ringurin gerst eisini eitt bragd, eitt avrik hjá mammuni, og seinni sigur Karitas sjálv, at hon ætlar at ‘fara ringin’. Tað vil siga, hon ger av at taka lívið í egnar hendur og gera okkurt sjálv. Ein onnur mynd er jøkulin, jøkulsferðin hjá Karitas saman við Eyð, sum loysir knútar í sinni Karitasar og fær hana at skilja, at hon má taka sína lagnu og barnanna í egnar hendur eins og mamma hennara gjørdi. Náttúran við sínum føgru myndum og ísandi kulda er forloysandi, sprungurnar undir fótunum eru deyðiliga vandamiklar, sum fellurnar í lívinum.
Nógvar flottar náttúrulýsingar, nógvar lýsingar av konum, hetta er ein kvinnubók, tað má mann siga, menninir eru eitt sindur sum statistar og óveðurskrákur. Ein onnur mynd, sum verður endurtikin eru bindini, mánasjúkubindini, sum altíð eru í vaskibaljuni (tá á døgum var bind ikki tveitt burtur, men brúkt aftur), Karitas eygleiðir hesi bindini við sínum listakvinnueygum, tey gerast symbol – fyri kvinnuleiklutin, sum er so tengdur at, um tú fært børn ella ei, um tú skalt passa ein repil av børnum ella bløðir og tí fært passað tíni egnu áhugamál.
Hóast umstøðurnar at mála eru vánaligar, so málar Karitas alla tíðina av og á, og hennara áskoðan á list, traditionella, sum ‘líkist’ og modernaða, sum henni dámar betur er áhugaverd, hon ger eisini installatiónir. Mær kom í hug ‘Lívsins summar’ hjá Oddvør Johansen frá 1982, sum eisini er um konufólk og list.
Fín bók, tað hildu vit vist allar í Bókastevi. Gleði meg at lesa framhaldið ‘Óreiða á stríga’, sum merkir Ruðuleiki á lørifti.
No comments:
Post a Comment