Hugdi eftir hondbólti í gjár, beit merki í, at nógvir hondbóltspælarar – stórir vøddamiklir menn – viga minni enn eg, ella í hvussu er nógv minni enn eg vigaði stutt síðani. Spell, at teir mistu alt í finaludystinum. Men silvur er eisini flott.
Úss, úss, grundin til at tað gongur so striltið summar vikur er júst handa dessertin hvørt kvøld: ‘gloymt’ at máta jogurtina, brúkt kakao hvørt kvøld, kakao er ‘ekstra’, tú eigur eitt ávíst tal av ‘ekstrum’ hvørja viku, og so tann nógva fruktin, tað eru 4 fruktir um dagin, nichts weiter!! Og osturin, gloym ikki hann, tú mást ikki eta ost hvønn morgun, men 4 ferðir um vikuna….maður! hetta er so fløkt!! enfin! ikki dessert hvørt kvøld! Havi havt eitt álvarsprát við mín vektor, nei vektmentor.
Nú hevur hetta vart síðani 10 sept, byrjar at vera trivielt, hugsi, at blogglesarar eru troyttir av at fáa rapport hvønn mánamorgun, so nú er well, komi aftur við nýggjum vekttíðindum um ein mánað! Men tá skal eisini vera stutt á mál! Hatta pettið omanfyri líningina…tjaaa, hvat skal mann siga…mann kann siga: anda inn, tá ið myndin verður tikin! UPS! tað haldi eg eg gjørdi, so hatta er incl. anda inn….
No comments:
Post a Comment