Inga Rósa er 3 ár yngri enn eg. Gentan við súreplakjálkunum skuldi altíð við, tá ið eg fór onkustaðni, men hon skuldi ikki berast ella leiðast, tí hon var so røsk og sjálvbjargin.
Men ein stóran part av ævini í ungdóms- og mandómsárum lógu okkara leiðir sundur, tí IR bygdi sítt heim og virki í Reykjavík, har Guðný býr við síni familju.
Vit hava tó altíð vitað hvør av aðrari og fylgt við. Enn er Ísland hennara annað heim, har góðir vinir og familja eru. Í 1974 – tá ið mítt lív skakaðist í sínum grundvølli – hvar skuldi eg fara annað enn sjálvandi til Íslands, har eg hevði tvær systrar, tað vóru góðir dagar hjá mær og Sólrun.
Tað var okkum til eydnu lagað, at Inga Rósa flutti aftur til Føroya eftir ein mansaldur í Íslandi.
Her eru vit á veg til Gjáar á súkklu báðar.
Hon er initiativrík. Hvør var tað, sum hevði Ból og bita í Leivsgøtu eitt árið? Arbeiddi, sum ein hestur alt summarið við at skifta á songum, vaska seingjarklæði, borðreiða morgunmat, royna at fáa morgunmatin bíligan og lekran. Tá ið hon varð spurd, um nakað lá eftir á kistubotninum, svaraði hon, at tað var stuttligt at hitta fólk. Ellla hvør skipaði fyri súkkluferð til Bornholm summarið 05 og sendi hetta stuttliga brævið at hava at gleða seg við:Og tá ið vit súkklaðu á Gotlandi , var tað eisini IR, sum ornaði gisting og slíkt frammanundan.
Tá ið Inga Rósa fylti 50 helt hon føðingardag í Íslandi og yvirtalaði nógv av okkum at koma. Hesin sangurin varð sungin tá:
Tað var fantastiskt, og henni líkt skipaði hon fyri umhvørvisvinarligum túri og aktivitetum fyri gestirnar, eins og innivist var útvegað. Tað eru góð minni. Ella hvør fann uppá at fara pílagrímsferð? í 2010?
Umhvørvistur er hon um ein háls. Inga Rósa hevur – sum eittmanstoymi – plantað runnar um alt hatta gigastóra økið hjá Barnagarðinum í Øksnagerði. Á myndini er hon í holt við eina plantasju við Gjógv.
Í barnagarðinum á Velbastað útvegaði hon ein kassa til sankutøð. Hon vil helst ikki koyra bil, brúkar súkklu ella apostlarnar. Í Øksnagerði hevur hon eisini hønur, so tey fáa vistfrøðilig egg. Hetta náttúrurák hevur fest seg sera fast í Ingu Rósu, tað er so, at tú fært illa boðið henni reyða saft (liting), speypylsu (nitrit) ella annað, so fært tú ein fyrilestur um vansan við júst hesum mati, sum nýggjasta gransking vísir. Pápi mátti mangan rista við høvdinum, tá ið IR byrjaði við síni prædiku um, at hann búði í ov stórum húsum, tey kundu verið brúkt til barnagað ella barnaheim, og tað sigur hon enn, nú um 4 hús (hjá okkum systrunum), men nú hevur hon selt síni, so er tað oyðslið burtur!
Inga Rósa er ósjálvsøkin og hjálpsom, tað eru óteljandi maskinur við klæðum , hon hevur vaskað og hongt á snór fyri meg, tá ið børnini vóru smá, hjálpti hon altíð við húsi og passing. Á hesi myndini er hon farin at reinsa takrennuna í Dali.
Og tá ið Hans Marius bleiv sjúkur, var Inga Rósa beinanvegin klár sum heimahjálp, stuðul og terapeutur.
Hon var tað, sum gjørdi at eg fór at arbeiða fyri Reyða kross. Og Inga Rósa hevur eitt ‘ættleitt’ barn hjá SOS barnabýunum.
Inga Rósa er praktisk heldur enn teoretisk, meðan summi greina og tulka og skriva um yrkingar, lesur hon tær og nýtur tær. Hon skipaði fyri bindiklubbi ein dagin og ornaði øllum konunum at hava eina yrking við, sum teimum dámdi.
Inga Rósa er ikki materialistisk, hon vil helst eiga so lítið sum møguligt, og skalt tú geva henni gávu, er best, at gávan kann etast, slítast ella blíva uppi onkusvegna, sjálvandi er eisini gott, um gávan kann seljast , so gera vit ein loppumarknað.
Hjartaliga tillukku og hjartans takk, góða systir!
No comments:
Post a Comment