Bókin eitur Tavshedens hus á donskum, hvussu mundi hon itið á føroyskum? Tagnarinnar hús, Tigandi hús, Hús í tøgn, Tøgn í húsi.
Temu: Eitt høvuðstema er tøgnin, loyndarmálini, tabuøki. Eitt sera væl kent evni, eisini úr okkara lívi. Eitt annað tema er søga (n) og søguloysi, Selahattin skrivaði eina encylopedi alt sítt lív, kona hansara brendi hana, tá ið hann var deyður, abbasonurin Faruk situr á skjalasavni og leitar eftir søgum, so at hann kann skriva eina søgu. Hansara notubók verður tveitt í eina ruskspann. Nilgun lesur bøkur (Mark Twain) alla tíðina, og omman sjálv føldi sum barn, at Robinson Crusoe, saum hon hevði lænt og sat við í fanginum, var svarið til nógvan longsul, og so bar til at lesa umaftur eisini – ikki sum við livaðum lívi.
Sjónarhorn: kapitlini hava hvør sín søgusigara, sum er eg-frásøgufólk. Men sera nógv samrøða verður endurgivin, og vit fáa lut í nógvum tonkum eisini.
Kap. 1: Recep, 2: Omman Fatma, 3: Hasan, 4: Faruk, 5: Metin, 6: Recep, 7: Fatma, 8: Hasan, 9: Faruk, 10: Metin, 11: Fatma, 12: Hasan, 13: Recep, 14: Faruk, 15: Metin, 16: Fatma, 17: Hasan, 18: Faruk, 19: Recep, 20: Hasan, 21: Metin, 22: Hasdan, 23: Fatma, 24: Faruk, 25: Metin, 26: Hasan, 27: Recep, 28: Faruk (+Nilgun, 29: Fatma, 30: Recep (Nilgün doyr), 31: Hasan
Recep 6 kap., Fatma 6 kap., Hasan 8 kap., Faruk 6 kap., Metin 5 kap. (Nilgün 0 kap.) Tað er vert at bíta merki í, at Nilgun, sum er ung, vøkur og skilagóð - hon situr og lesur og hevur eina vón, sum hon roynir at greiða frá, hevur einki kapittul, tað er aldrin hon, sum sær hinar persónarnar, og hon doyr. Sum um at tann frægasta vónin, sum vit sóu, bleiv burtur.
Politikkur: Hasan er í hóslag við nationalistum sum hata kommunistar, men samstundis er hann forelskaður í Nilgün, sum hann plagdi at spæla við sum barn, tey hava sama abba, páparnir eru hálvbeiggjar, so tey eru hálv-systkinabørn, men tað hugsi eg, tey vita ikki. Nilgün er kommunistur, hon keypir eina kommunistiska avís hvønn morgun.
Metin er forelskaður í Ceylan, tey ballast og drekka og roykja seg skeiv, hon hevur ikki áhuga fyri honum. Tað politiska temað hevur sjálvsagt stættir sum eitt undirtema, fleiri ferðir verður Hasan spurdur, hvat hann vil her í grannalagnum, sum tey ríku búgva og svimja og taka sær av løttum, og um hann nú hevur forelskað seg í eini yvirstættargentu. Hann hoyrir heima millum tey fátæku saman við sínum krypilspápa. Dreingirnir Hasan og Metin eru umboð fyri tveir ymiskar sosialar bólkar, og teir eru báðir rættiliga hopleysir, lata seg leiða av bólkinum, lata seg tøla av gentuni, og tað fær ræðuligar fylgjur. Politikkur er, tá ið alt kemur til alt, uppfunnin og ávirkaður og førdur út í lívi av menniskjum, veikum menniskjum, forelskaðum dreingjum.
Í móti endanum av bókini lesur Hasan bløðini til at kanna, um hann er meldaður til løgregluna, tí í blaðnum stendur, hvør er deyður og løstaður av harðskapi, har fær lesarin at vita, at ófriður kostar hvønn dag lív og løstir. Einki stendur um Nilgün, tí hon hevur ikki meldað hann. Hví meldaði hon hann ikki?
Persónar: So við og við fáa vit familjuloyndarmálini at vita, tað tók eina hálva bók, áðrenn eg bleiv ordiliga fangað av søguni. Omman livir í tagnarinnar húsi, hon er 90 ár, liggur nógv í seingini og hevur Recep til tænara ella træl, hvørs loyndarmál vit hoyra , sum frá líður. Hennara lív hevur verið eitt lív í útlegd saman við einum maniskum drankara (Selahattin 1881-1942) og wannabe vísindamanni, sum leið av undirlutakenslum mótvegis vesturheiminum. Hann var komin til tað, at eingin Gud er til, og øll eystanfyri eisini kona hansara sjálvs eru heilavaskað, og hann hevði eisini rættiliga serstaka áskoðan á kynslív og konufólk. Omman sjálv er – hugsi eg – muslimur og kennir, at hon livdi í syndaveldi og gudloysi saman við Selahattin.
Tey høvdu ein son Dogan (1915- 1967), hann var giftur við Gül (1922-1964), og tey høvdu børnini Faruk, Metin og Nilgün.
Og Selahattin hevði tveir synir Recep og Ismail við eini kvinnu, sum hann installeraði í einum húsi í garðinum, men sum Fatma noyddi hann at vísa burtur. Ismail eigur Hasan.
Torført at siga, hvør er høvuðspersónur, omman er við alla tíðina til síðstu blaðsíðu – kanska hon ella er ættin sum ein felagspersónur.
Trý ættarlið, sum øll eru ávirkað av síni ætt og síni tíð, kanska vit eru nógv ófrælsari, enn vit ganga og halda. Kanska okkara umhvørvi, familja og okkara tíð forma okkum so nógv, at vit hava einki at siga sjálvi, vit spæla bara at vit taka avgerðir sjálvi…?
Kom aldrin ordiliga at kenna Faruk, hóast hann hevur ein stóran part av bókini, og nógvar detaljur og nógvir tankar eru um hansara áskoðan á søgu og tað at siga søguna hjá einum fólki ella eini tjóð, men tað er sum um putlispælið er ikki liðugt, tá ið bókin er liðug. Bókin er góð, rættiliga gátufør.
Ein Orhan er eisini haðani úr bygdini, sum skrivar skaldsøgur. Best at royna at lesa fleiri bøkur hjá Orhan Pamuk, so ein kann koma hesum samfelagnum og fólkunum nærri.
No comments:
Post a Comment