Jun 28, 2013

Seinasti skúladagur 2013

008021
Rektarin Mikkjal fer, Magni í Horni fer frá, Bergljót fer í farloyvi, Magnus fer í farloyvi, Malena stingur í sekkin. Altíð nógvar broytingar um summarið í Hoydølum, ein deilig grillveitsla.Herleif var grillkongur, hoppiborgin var upp á pláss. Hvørja ferð skúrur kom, runnu vit inn, og so tá ið sólin kom aftur varð farið út aftur. Fólk í góðum lag, hvat kann vera betri enn at vita sær eina langa summarferiu fyri stavn?
017028050052

Góði Mikkjal,
Vegna lærarahópin í Hoydølum fari eg at bera tær eina heilsan, nú ið tú hevur avgjørt at fara frá okkum.
Vit eru nøkur, sum hava upplivað nógvar rektarar á skúlanum. Ymsar rektaraprofilar (eg hyggi ofta at hasi seriuni við PROFILERS, teir gera profilar av brotsmonnum, ein hópdrápsmaður er ofta : mammudrongur, hevur undirlutakenslur, mist damuna osfr. Og vupti finna tey brotsmannin), ein rektaraprofilur er kanska eitt sindur tað øvugta av hasum, í hvussu er meiri fjølbroyttur.
Arnbjørn, Snorri, Jóannes, Mads, Mikkjal. Hvat er ein góður rektari??? Onkur var ongantíð á lærarastovuni, onkur var altíð á lærarastovuni, summir sótu leingi í rektarasætinum, summir ultrastutt. Hvat er ein góður rektari, hann ella hon má ikki lata maktina korrumpera, men skal hann ikki vilja hava makt? Duga at lurta og taka við hugskotum, men eisini at skera ígjøgnum og føra út í lívið. Skal vera hesin nuanseraði persónur, fittur men avgjørdur. (Ná kanska allir lærarar skula vera tað)
057
Ein 75 ára gamal stovnur sum FS hevur eina ávísa mentan, ein máta at vera saman, ein máta at arbeiða saman ella at ikki arbeiða saman, ein slík skúta er ikki so at venda í eini handavending. So eg hugsi tol er ivaleyst eisini ein stjóraeginleiki. Sjónleikaratalent ella innlit í drama er fínt at hava í skjáttuni, tá ið tú skalt leiða ein heilan flokk av lærarum, sum eru so ymisk í aldri, bakgrund og í aðrarmáta, vit sóu, at dramturgurin dugdi at nýta drama nú henda dagin, hann slepti eini bumbu.
Eitt tema er sum boygt í neon yvir tínum rektaraskeiði, tað er bíðistøðan, vit bíða eftir skúlanum í Marknagili, vit bíða eftir ábótum og broytingum. Men at bíða, at vænta og vóna ER ein lívstílur ella enntá ein lívstreyt hjá menniskjum. Hvat er lívið annað? Tá ið tú ert liðug at bíða, ert tú deyð. Men Mikkjal hevur brúkt bíðitíðina væl. Onki 6 ára skeið í skúlans søgu man hava sæð so nógvar broytingar og nýskipanir. Vit minnast tær samvirknu talvurnar og øll tey skeiðini, toymi og námsfrøðidagar osfr., sum tú og títt toymi og námsfr.nevndin hava staðið fyri. Og starvsfólkasamrøðurnar, sum tú fór undir fullur av eldhuga. Nú er hetta ein heilsan frá okkum øllum, men sjálvandi má hon standa fyri mína rokning, og eg skal beinanvegin viðganga, at eg ikki altíð havi verið líka forhippað uppá allar broytingar og nýskipanir, men tað er kanska bara natúrligt, at ikki allir aldurbólkar elska tað sama.
055
Tú hevur sum stjóri verið opin fyri hugskotum, havt eitt positivt sinni, sjálvt um álvarsemi mangan hevði hug at skugga fyri, tá ið fíggjarlógin skuldi fyri tingið. Tú hevur havt eyga fyri tí sosiala lívinum á skúlanum, verið við í rennidegi fyri lærarar, power yoga ,, við uppá útferðir, ball osfr, men onkuntið gloymdi tú at siga góðanmorgun og meiri enn einaferð gloymdi tú at siga góðandag. Men nú fyri einum hálvum ári síðani ella so, kom eitt permanent smíl á rektarans varrar, mundi tað vera tað, tey kalla permanent makeupp, hann kom a morgni stórsmílandi a lærarastovuna, skannaði rumið og smíltist um møguligt enn meir, ja tit hava gitt orsøkina...
Men nú er nóg mikið bíðað fyri fyrst. Tú hevur sera gott mót og áræði at fara at royna teg i DK. Tú helt eina pisurøðu í gjár um førningin, pisurnar hava við sær. Sama tala kundi verið hildin fyri tær í dag,, nú id tú skalt royna flogið. Eg las á heimasíðuni hjá VGT, at tú og Malena fara at búseta tykkum á bygd í DK, vit ynskja tykkum blíðan byr.
Nýggjar avbjóðingar er gott bæði hjá ungum og gomlum, og meiri pengar er eisini gott. Well pengar eru ikki alt, men 7-11 ella 17 milliónir er nokso fitt at gera gott við, brúka nú ikki alt til sangleikir. Vit vóna, at lærararnir á VGT fara at vera góð við teg og ikki alt ov strævin at fáast við.

No comments:

Post a Comment