Seturskjakið í kvøld var um bókmentir og politikk. Alt var fínt, men einki kjak, kanska tað var fundarfólkið, sum ikki megnaði uppgávuna. Eg meini, salurin var fullur, fínt; pallborðið var super væl mannað, fínt; evnið er serstakliga áhugavert; framløgurnar hvør sær vóru eisini góðar, tey vóru væl fyrireikað og vistu, hvat tey tosaðu um.
Turið legði fyri við at greiða frá sambandinum millum bókmentir og samfelag, síðani kom Hanus, hann vísti við fleiri dømum, at hann er væl belisin maður, segði m.a. at bókin Tummasarsmátta verður søgd at hava byrjað amerikanska borgarakríggið, næstur var Bergur og seinastur Jóanes, sum segði, at politikkur er absalutt neyðugur í skaldskapi. Bergur hevði funnið fram brævaskifti millum William Heinesen og Christian Matras, sum metti um skaldskap hjá Heðini Brú, talan var um prosapettið Og heystið kom, sera áhugavert at hoyra, at teir hildu, at Heðin Brú var ov politiskur, at hann skuldi hildið seg neutralan. Bæði Heðin Brú og Martin Joensen hildu seg jú til Javnaðarflokkin, og tað var semja um, at tað kundi gera bókmentaligar tekstir minni skaldsligar. Høvundarnir í pallborðinum eru jú heldur ikki neutralir, men hella til politiskar flokkar, so teir ru í góðum selskapi.
Men einki kjak, fólk lesa bøkur, tað er ikki tað, tað eru bókaklubbar, bókablogar o.t. men bløðini hava ikki áhuga, KVF hevur lítlan og ongan áhuga, einki tíðarrit sum ummælir osfr.
No comments:
Post a Comment