Nei, nei ikki eina sovorðna morreyða, sum tú hugsar um !
Hevur tú hugsa um, hvat 2 stig kunna gera? Ikki so stórur munur um tað eru 7 ella 9 stig úti, ella 10 ella 11, men um kropshitin hjá einum mennikja er 2 stig upp, so er tað fyri ongum. So liggur tað hvítumegin upp og annaðhvørt skelvur ella sveittar, sum ein grísur. So fínt er maskinaríið, og so kløkk er mekanisman. Tað er eitt, eitt annað er, at smakksansurin og nøsin hanga so neyvt saman, at um nøsin ikki virkar, so smakkar tú einki, tað er næstan tað ringasta. Feskan fisk úr Vágsbotni ella blóðmør….og nú hevur tað varað í meiri enn ein viku. …ná, nú var tað handa morreyða, hon er so í hvussu er eingin svíkur!
No comments:
Post a Comment