Feb 22, 2013

The Unlikely Pilgrimmage of Harold Fry (Rachel Joyce)


Ein, sum eg kenni, lænti mær hesa bókina. Eftirsum eg eri pílagrímur sjálv og havi skrivað eina pílagrímsbók, var tað so sjálvandi, at eg var áhugað. Bókin er eisini fín. Full av lívsvísdómi. Ferðin má vera heimsins elsta metafora. Í síni gongd burtur frá sær sjálvum og inn í seg sjálvan lærir Harold nógv. Hann lærir m.a. at líta á menniskju, at fyrigeva og at biðja um fyrigeving  og at góðtaka síni lívskor. Á síni ferð gjøgnum alt Ongland og heilt norður á skotska markið fær ivin fleiri ferðir vald á honum, hann ivast í, um tað nyttar nakað, sum hann roynir. Men hann heldur fast, hóast bilur stendur klárur, og túrurin hevði bert tikið tímar, og hóast føturnir svella og bløða og túrurin tekur vikur…so rekur hann ivan burtur.
IMG_3441
Harold er ikki religiøsur, og bókin er ikki ein prædika, men bókin er í stóran mun um okkara andaliga lív sum mótsetning til okkara tímiliga lív. Harold sleppur sær av við allar ognir og gongur við ongum kredittkorti, hann livir av olmussu og gávum, sum pílgrímar gjørdu. Pressan er ein strika í rokningini hjá Harold, lýsingin av sensasjónspressu og ‘følskum’ pílarímum, sum bara vilja síggja gott út, er frálík. Hasin harra Rich, minnir nakað um bólkaleiðaran Jack í 'Lord of the Flies', har hann situr og telgir eitt spjót spískt.
Kona Harold Maureen hevur sína egnu ferð heima í húsunum, einsamøll. Men fyrst halda vit, at hon hevur sonin David at tosa við, hann gevur henni góð ráð, og hon væntar, at hann kemur at vitja. Seinni vita vit, at hann tók lívið av sær fyri 20 árum síðani, hon hevur ikki dugað ay slept honum. So við og við verður teirra familjulív, teirra lukka og ólukka rullað upp fyri lesaranum. Øllum tørvar fyrigeving, øll hava okkurt at angra.
Skrivistílurin er humoristiskur, Harold hittir so mong sjáldsom fólk á leiðini.
Sumt kendi eg aftur frá okkara gongutúri, t.d. at fólk fara pílgrímsferð, tá ið tey hava mist, ella tá ið tey eru sloppin av við sjúku, og morgnarnar, tá ið hann fór til gongu áðrenn sólarris og upplivdi dagslýsisins komu, tað kendi eg aftur. Kendi eisini, hvussu hann føldi seg, tá ið hann kom inn í stóran bý, betong og trongt, longdist út aftur á vallarans veg. Jú ein sera góð bók við hugvekjandi temum.
IMG_3443
Munurin millum okkara bók 'Jákupsvegurin' og hesa er nokk fyrst, at okkara er um ein veruliga ferð, og henda er um eina fiktiva ferð. Harold gekk bæði longri tíð og longri tein. Vit gingu 6 vikur, hann gekk í 11-12 vikur.
Takk fyri lán! Tú fært hana skjótt aftur.

No comments:

Post a Comment