Á tíggjunda sinni varð skipað fyri dansistevnu fyri børn. Hesa ferð var stevnan í Norðurlandahúsinum, og næstan 500 fólk høvdu teknað seg. Dagurin var væl skipaður og fyriskipaður, øll fóru busstúr, har vóru frásøgufólk á Tinganesi, øll fingu góðan døgurða, høsnarunga í karri og rís/pasta+sodavatn. Dansurin gekk av tí allarbesta. Flestu feløg høvdu góðar skiparar við, eg var ikki har alla tíðina, men eg varnaðist, at Dansifelagið í Havn hevði vaksið fólk sum skiparar.
Myndirnar vísa skipararnar hjá Sumbiar dansifelag, Katju Poulsen og Gudbjørg Poulsen, tær kvóðu Frísarnar, Dansifelagnum á Látrinum, tær kvóðu um ynskifløskuna og teir báðar ungu menninar, Ólav Syderbø og ein afturat úr Klaksvíkar dansifelag, sum kvóðu Jákupsa skegg.
Tað einasta keðiliga var, at stevnan endaði so brádliga ein tíma ov tíðliga, tað var óluksáliga illa atborið. Fleiri høvdu glett seg til Ormin langa, onkur slapp ikki at skipa, onkur sat og hvíldi seg oman á døgurða og ætlaði sær upp í ringin. Grundin var onkur misskiljing við útvarpið um høli og okkurt við vetrarjazzi í NLH, men vit kundu fingið EIN tíma afturat, stevnan er bara einaferð um árið.
No comments:
Post a Comment