Ófatiligt, at Kristina hevur megnað at seta orð á tað ósigandi, óloysandi og ómøguliga. Leikurin er eisini útkomin sum bók og fæst í Tjóðpallinum fyri 125 kr.
Fult hús. Pallurin er hvítur, stólar eru hvítir, ringbind hvít, klæði grá og hvít. Eingir litir. Sjúkrahúsumhvørvi, líkhús, himmiriki. Hitt stóra einkið. Pallurin er so flottur, ein útgongd, men hon er ov lág til eitt vaksið fólk, ein tunnil. Bakteppið er ymiskt blá luft ella havsins aldur, ella einlitt.
Tvey fólk, mamman og ein mótspælari, sum er fakfólk, maðurin, ein smágenta ein vinkona. Tað kropsliga árinið av sorgini er sjónskt. Rørandi, tá ið hon talar við sínar deyðu dreingir, og tá ið hon bara vil fara hagar, ið teir eru.
Einir 10 prestar vóru til sýningina, tey vóru í lag, skula ivaleyst nýta leikin í einum temadegi ella okkurt tílíkt. Leikurin hevur eisini nakrar spurningar til Gud og nøkur ivamál viðvíkjandi himmalinum og hinum staðnum.
Fyrra helvt var betri enn seinna, tað kom ein tómgongd í tekstin, hann fór ikki longur undir húðina. Tað eins og manglaði ein skilarødd, eitt grikskt kór at umboða okkum, sum sótu á ákærubeinkinum. Tit skilja ikki, nei vit skilja ikki, tað er óskiljandi, órúmandi.
Sorgarleikurin hendi í 2006, áskoðararnir hava eina rúgvu av bakgrundarvitan, vit minnast, hvussu skelkandi tað var, vit minnast sjónvarpssendingina um vindeygað, sum fekst ikki upp, um vit nú ikki vistu alt hetta frammanundan, hvussu hevði so verið? Hevði leikurin kanska verið betri, meiri autentiskur ella meiri fevnandi enn nú, ið veruligar hendingar troðkaðu á?
Gott Kristina og gott Hansina ! Og leikararnir sjálvandi, væl spælt!
No comments:
Post a Comment