Feb 13, 2013

KARITAS. Óreiða á striga – ruðuleiki á lørifti eftir Kristín Marju Baldursdóttur)


imagesCA38N1CT
Bókastev kom saman í kvøld og umrøðuevni var omanfyrinevnda bók. Høvundurin er læraralærd, fødd 1949. Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini “Karitas – uttan heiti.” Ásvør hevði skrivað eina stutta viðgerð:
Á fyrstu síðu: Hon ringir seg saman í baljuni, sum hevur verið brúkt til barnavask, klædnavask og alt møguligt. Hon roynir at ringja seg saman og pressa seg niður í vatnið og sigur : “Um vit bera okkum rætt at verður altíð pláss fyri okkum”. Hvat man hon hugsa um ? Hetta er ein kvinnusaksbók. Er tað soleiðis, tað er, at kvinnurnar ikki fáa sær meira pláss í tilveruni enn hetta? Haldi, handa myndin er sigandi.
Karitas varð fødd á Vestfirðum . Pápin gekk burtur. Ein penan dag kom hann ikki aftur, men áðrenn hevði hann keypt henni ein tekniblokk.
Mamman er sum allar kvinnurnar í bókini sterk. Hon sær tað sum sítt fremsta mál í lívinum at stremba fram ímóti, at øll børnini, ikki bara dreingirnir, fáa útbúgving. Hon flytir frá Vestfirðum við barnaflokkinum og búsetist á Akureyri. Hetta verður ein longri siglitúrur allan vegin runt Ísland. Har stríddust tey so fyri at lívbjarga sær. Eitt ótrúligt stríð. Øll komu á mál, kann man siga.
Karitas eydnast at koma á Kunstakademiið. Ætlar sær til Rom, men noyðist at fara heim aftur til Íslands í fyrsta umfari, í hvussu er.
Fór fyrst til Siglufjørðin at arbeiða fisk aftur. Mátti fáa pengar, so hon kundi fáa sær ateliér, men alt fór í fisk. Hon møtti Sigmar, varð við barn og var soleiðis fangað í tí mylnuni sum hon als ikki hevði ætlað.
Hennara ætlan var at mála, tær listaligu gávurnar brutu seg út ígjøgnum, men í Íslandi tá á døgum var langt ímillum fatanina av list hjá henni og hinum. Tað var ómetaliga trupult í hesum hundabøli, tey høvdu til heim, men trongdin at mála var so sterk, at hon, um hon í heila tikið skuldi yvirliva, mátti mála. Sigmar hevði eisini dreymar og ætlanir, og sjálvt um tey fingu 4 børn, fyrst Jón og Summarliða so tvillingar, Halldóru og ein drong, sum doyði, so kom hann á mál. Hann læt seg ikki nerva av tí, sum valdaði heima við børnum og vesaladómi og armóð .
Tá einsemið gjørdist ekstremt fyri Karitas, kom systirin Halldóra, sum langtsíðani varð deyð, til hennara at vera hjá henni. Tær tosa saman, og fyri Karitas er hetta ein hjálp. Kortini gerst henda tilveran ov tung, hon má lúta. Systirin Bjarghildur tekur dóttrina frá henni. Góð fólk fáa hana flutta í annað gott heim, og onnur taka róðrið fyri hana. Her í Øræfasveit, sunnast á Vatnajøkli, verður hon í mong ár.
Aftaná ikki at hava víst seg í 13 ár kemur Sigmar ein penan dag at vitja hana. Hann er langtsíðani komin á mál, eigur nógvar pengar og onki er óført fyri hann.Hann vil keypa stór hús við atélieri til hennara. Hon vil ikki inn í mansverðina við honum. Væntar at hon so verður fangi.
Í bókini eru tað allatíðina kvinnurnar, sum eru um hana, tær verða alla tíðina tiknar fram sum tær, sum hava týdning, tær hjálpast at og klára tilveruna saman.
Menninir eru kortini har, treyðugt so, men hon letur teir ongantíð fáa maktina. Og tó vinnur natúrgirndin meira enn so á henni. Sigur einastaðni, at hon hevur verið ógvuliga forelskað í Sigmari.
Hon livir eitt merkiligt lív. Er gift manni við nógvum pengum, tey eiga 4 børn saman. Øll búgva hvør sær. Hon vil ikki skiljast, tí so fær hon helvtina av hansara pengum.
Hennara lív er listin. Seinri verður hon bundin av ommudótrini Silfu. Henda Silfa fær eitt lív sum líkist hennara. Verður sjálvbjargin um ein háls. So er tað Rán sum Bjarghildur skuldi taka sær so gott av á sín hátt, men hvussu væl endaði tað ?
Karitas ætlar sær til Reykjavíkar at búgva, men endar á Eyrarbakka. Har er ein gamal brunnur, sum hon er hugtikin av. (les.s. 13) So endiliga flytir hon til París. Hon og ommudóttirin Silfa stríða seg ígjøgnum nøkur ár har niðri. Sigmar vísir seg av og á, roynir at fáa hana við sær, men nei, hon heldur skansan.
Meira enn so heldur man ofta hana vera ómøguliga, hví hundan kann hon ikki fara við honum, alt hevði verið so nógv lættari hjá henni, men so hevði “kaos” mangla. Kanska heldur kaos henni í gongd við listini.
Ein av persónunum í bókini sum skarar framúr, og sum fær ein at øtast er systirin Bjarghildur. Fær hon ikki alt og øll at makka rætt tekur hon til ógvisligar gerðir, sum bókin eisini endar við.
Ásvør
006

TEKSTASLAG :Skaldsøga, menningarskaldsøga,  kvinnubókmentir, dramatisk, ættarsøga formøðranna.
BYGGING: Eins og í fyrru bókini eru myndir Karitasar tráðurin í byggingini, hvør nýggjur partur hevur eina mynd sum inngang. Sjónarhornið í teimum pørtunum er 3. persónsfrásøgn, tað er, sum um tað er ein ummælari, sum greiðir frá. Ein, sum hevur analyserað verkið, men sum eisini kennir ævisøgu Karitasar, t.d. nevnir viðkomandi hennara ferðir og hennara tunglyndi. Soleiðis fær lesarin fylgt við, hvussu verkini broytast, bæði innihaldsliga og tøkniliga. Ongar myndir eru, bert orð og orðamyndir, onkuntíð hugsi eg, hevði myndin bara verið við í bókini, men ótrúliga fínt skrivað, til at lýsa tað visuella saman við tí kensluliga. Bókin sjálv er skrivað sum eg-persónsfrásøgn Karitasar.
c_documents_and_settings_llbmbh_my_documents_my_pictures_orei_a_a_striga_695982
PERSÓNAR: Tað er áhugavert, at høvundurin letur tær fittastu konurnar vera útlendingar ella ikki íslendingar. Tær bestu og trúføstu vinkonurnar Pia og Herma eru ávikavist donsk og týsk, og Yvette er fronsk, og ikki at gloyma frúan Eugenia, sum av fyrstan tíð fekk Karitas at fevna list, hon er donsk. Tær eru óborgaraligar, bohemar. Og Silfá, sum vaks upp í París hjá ommu síni, mennist til kvinnusakskvinnu, hon ætlar at vera politikari. Hússetrið á Laugavegnum, har konurnar húsast, er mangan láturligt, og mótsetningurin til Bjarghild, systur Karitas er sera sjónskur. Í øllum eru tær frálíkar hvør aðrari, sosialari støðu, áskoðan á baranauppaling, áskoðan á list, altíð ósamdar. Og ikki serstakliga fittar ella fólkaligar hvør við aðra, Bjarghild er ótrúliga grov og ófantalig móti Karitas, men Karitas er meiri speisk og kaldlig.
Karitas leitar alla tíðina eftir ruðuleikanum ella beinari tí, sum kann mynda ruðuleikan.
Óreiðan sækir á mig, heldur fyrir mér vøku.
Hvernig get ég handsamað hana, þrøngvað henni inn í myndirnar mínar, hugsa ég meðan brimið leikur lausum hala í hráslagalegri vornóttini. (s.77)
Tí at ruðuleikan merkir hon alla tíðina, bæði í sær sjálvari og í tí tvídrátti sum er ímillum skyldur mótvegis familju, ommubarni, og skylduni mótvegis sær sjálvari ella listini. Myndirnar, sum hon ger standa í arbeiðsrúminum, eingin sleppur inn hagar, og tá ið so onkur sær tær, Bjarghildur til dømis kemur stýrandi upp at kóla, tá fær Karitas bart út at vita, at hasar myndirnar vil eingin í Íslandi vita av, hon má minst til Amerika við teimum. Men Karitas veit vist innast inni, at hennara list er tann ektaða varan.
Høvuðspersónar eru Karitas, mamma hennara, Bjarghildur systirin, Sigmar maður hennara, Dengsi vinur hennara og Silfá ommudóttirin. Karitas, sum er okkara hetja, er als ikki fitt alla tíðina, hon er hatsk, hørð, speisk og annað meiri. Kortini eydnast tað høvundinum at lata henni okkara samhuga, persónslýsingin er nuanserað, somuleiðis er við Sigmari og hinum. Tó tykist Bjarghildur at vera eitt beist burturav. Sera nógvir persónar eru til samans, hetta er ein stór skaldsøga allar mátar, seinna bind er 542 síður.
Hjúnabandið millum Karitas og Sigmar varir í yvir 50 ár, men tey búgva sera stutt og sjáldan undir sama taki, tó er atdráttarmegin sera magnmikil, og hon er so væl lýst. Sigmar er fyrst og fremst vakur, so ótrúliga vakur, hon hevur altíð hug at tekna hann, hvørja ferð hann kemur. Og ein av vakrastu pørtunum er, tá ið hon hevur hann sum modell, hon hevur ikki havt høvi at síggja naknan manskropp fyrr, og tað er bara so stórt og herligt at sleppa at tekna hann. Sigmar er eisini fámæltur og róligur maður, hann er ikki óreinur, hann er maður við stóra m. Vinnur nógvan pening og vil keypa henni hús og frítíð. Men á gamalsaldri flytur hann inn til Karitasar, hon vil ikki inn í hansara villur og fínu hús, hon hevur eitt lítið býli vestanfyri út ímóti havinum, og har sær Karitas tey sjógrønu eyguni fyri seinastu ferð. So syrgiligt og vakurt.      
TEMU
Listin sum altfevnandi treyt.
Kvinnusak/uppreistur mótvegis borgarligheit – vit fylgja hesum evninum í báðum bókunum, og avreksverk mammu Karitasar verður altíð nevnt av og á. Vit síggja reyðsokkarnar á Laugavegnum, og Bjarghildur froysir eftir hesum konunum, sum ikki kenna sítt pláss.Tá ið vit røkka bókarenda, og Karitas røkkur lívsenda er hon í Skálavík og er komin ringin at enda. Mamma Karitasar segði, at hetta fór at verða øld kvinnunnar, og Silfá tekur tað til sín, tó ætlar hon ikki at velja sum omman, men fevna bæði ástina og arbeiðið, stutt sagt ein modernað kvinna. 
Fangi, frælsi og ófrælsi – Karitas kennir seg sum fanga í hjúnabandinum, í mammurolluni og í ommurolluni, men áðrenn bókin endar kennir hon seg kanska sum fangi listarinnar, er hon bara farin úr øskuni í eldin ?
Nú þegar børn og barnabørn hindruðu ekki lengur før út í frelsið voru það myndirnar mínar sem gerðu það. Mín eigin skøpun, mitt eigið sjálf. (s. 385)
Ofrað ástina, ofrað tað góða lívið í ríkidømi, tí Karitas hevur ongantíð viljað tikið ímóti nøkrum frá Sigmari. Hann beyð henni hús og skip og ognir, men hon havnaði øllum. Hann var trúfastur upp á ein máta, og sum bókin líður, hugsi eg, hevur Karitas ikki verið treisk nóg leingi nú? Hon spyr Sigmar um pengarnir veittu lukku, og hann spyr, um hon fann tað, hon  leitaði eftir í listini.
Insest er eisini við í bókini, tað verður tveitt á okkum, sum eitt óløgi, og vit sita við hesum og hava ongastaðni at gera við tað. Um tað er nakað í bókunum, sum eg haldi er minni væl eydnað, so er tað hetta temað. Manssamfelagið er longu avdúkað og dokumenterað, áðrenn vit koma til hesa skemdargerð, tað er sum ‘too much of a ‘good’ thing’, og skemmarin verður so fyribeindur á teatralskan ómenniskjaligan hátt. Ja, kanska tað skal so sterkur lútur til so skurvut høvd.
004
MYNDAMÁL
Vatnið í baljuni, fyrst er tað heitt, so verður tað kalt. Karitas elskar at vera í bað, sita í eini balju í køkinum, t.d. á Oyrarbakka. Ofta var onkur (konur) inni, tær sótu so og prátaðu, Karitas í baljuni. Tá ið hon ímóti endanum á bókini, stødd í Rom, fær tey størstu tíðindini nakrantíð: at hon er vorðin víðagitin í New York, fer hon í fótabað, svarar einki uttan tað, at hon má fara í fótabað. So situr hon og hugsar, at vatnið, sum er deiliga heitt fyrst, altíð kølnar.
Grýtur. Í báðum bókunum eru grýtur mynd av tí stríði, sum er í køkinum, góðar grýtur og vánaligar grýtur. Tá ið Karitas er í Rom og fær høvi at vitja fyrrverandi elskarinduna hjá Sigmari, hoyrir hon gang úr køkinum: “....hún hlaut að eiga marga og góða potta, hún Antonia.” Hvør skal siga, henni hevur hann keypt pottar, eg hevði ongan, tá ið vit vóru nýgift.
Listarligu myndirnar hjá Karitas eru sjálvandi eisini metaforur, tí tær mynda hennara støðu, og hennara menning. Í fyrstani orkar hon ikki fyri fjøllum og náttúrumyndum, hon arbeiðir  nógv við installatiónum, minnilig er myndin við húkum og kvinnukroppum (s.78),sum gjørdi at hon misti arbeiðið sum listalærari, og músafellurnar, sum hon hevði fest sítt egna hár í. Seinni vil hon vera leys av formi, bara arbeiða við litum. Hetta brotið er um eina ferð Karitas situr í baðikarinum:
Mig hafði alltaf langað til að glíma betur við hvíta litinn. En ég sá hann aðeins hvítan, það vantaði mótifið í hann. Ég mændi á flísarnar…það var løgmálið, heita vatnið í kerinu verður með tímanum kalt. Fólk verður að þekkja sinn vitjunartíma. (s.470)
uppaftur seinni sær hon, at náttúran hevur eini boð at bera.
So sera nógv afturat er í bókini, mær dámar hana serstakliga væl.
Bergljót

No comments:

Post a Comment