Nov 7, 2020

LISTAFRAMSÝNING

 Hetta vikuskifti er ordiliga ferniseringsvikuskifti. Eg fór mær oman í Steinprent, har ið Bárður Oskarsson og Hanni Bjartalíð hava framsýning. Keypti Hilbert hjá Bárði, tað er so ótrúliga stuttligt at Bárður er týddur til minst tíggju mál. En hundur og ein kanin, tey eru vinir. Bob eigur gularótina, Bob finnur upp á ráð. 


Eitt so alheimsligt problem, og eitt alheimsligt myndamál. Tey smáu relieffini hjá Hanna eru eisini sera hugfangandi. Síðani gekk leiðin yvir í Mullers, har Guðrið og Rannvá hava sett sína stóru SALT framsýning upp. Sera gott hugskot at fara við børnum kanska, har er so nógv ymiskt at síggja og práta um.


Næsta stopp var Listaskálin, har tey hava gjørt eina stóra framsýning, sum eitu HAV. Hon er heilt framúrskarandi. Kanska tað er aldurin, sum ger vart við seg, men tað er bara so herliga loysandi at síggja gomul kær verk og gomul listarfólk aftur. Gleði meg at fara aftur við næmingum í næstu viku. Havið í ódn og logn.

Tey "stóru" vóru væl umboðað. 

Suni greiddi mær frá Pætursnótini hjá Titu, ein nemandi løta.

Seinnapartin í dag, leygardag, var eg í Víngarðinum og hugdi ar verkunum jká Silju strøm.
Sera deiligar myndir, fult av motivum at finna á eini lítlari flatu, og nógvir litir. Glaðar myndir.
Ein frálík løta saman við kendum fólki.

No comments:

Post a Comment