Jun 26, 2011

Fólkafundur í Skúgvi

Havi altíð skrivað Skúvoy, men eg veit ikki, tey siga øll Skúgvi og skriva tað. Skúgvi er kortini fuglurin skúgvur í hvørjumfalli…eg helt eisini tað var lítið vakurt at síggja Noreg skrivað Norra, men nú havi eg vant meg við tað. Minnist , at Helena og Hanus Samuelsen góvu út bók “Ferðaminni úr Norra”, eg mundi dottið uppeftir. Ná, skúvoyingar hava stovnað fornminnafelag, og tey skipaðu fyri fólkafundi í gjár, evnið var sjálvsagt teirra fremsta fornminni Sigmundur Brestisson. Gott var veðrið, so vit báðar Turið løgdu avstað í Caddy – við matpakka og kaffi í taskuni og eykatroyggju og turriklæði. Sildberin er ein góður bátur, men hann ER lítil og havið er stórt. Minti meg á ferðir í lítlabáti millum Rituna og land úti í Fugloy fyri fimmti árum síðani. Bygdin tók ímóti í sól og flaggskrýdd, vit fóru at ganga um bygdina, settu okkum í lívd at fáa okkum ein bita. Hugdu at tí elskuliga smádreinginum, sum spælir við ein bát. Standmyndin hjá Hans Paula stendur beint við kirkjuna, hon er ein av trimum, sum hoyra saman og ivaleyst tann besta, hinar standa í Sandvík, hagar Sigmundur kemur svimjandi og í Havn, har hann stendur sum ein krossur uttan fyri vesturkirkjuna.

Skúvoy 018

Skúvoy 026

Fólkafundurin var úti við Ólansgarð, kirkjugarðin í Skúgvi. Tríggjar vóru røðurnar, sangir vóru inn ímillum. Hanus Kamban tosaði um Sigmund í søguni, hannflættaði nakað av barnaminnum inn í sína talu. Jónleif Johannesen talaði um Sigmund í kvæðum, siteraði úr ymsum kvæðum og greiddi frá, hvussu hetjan Sigmundur verður lýstur. Jákup Reinert Hansen talaði um Sigmund í kristnini. Sangirnir vóru so sera væl valdir til høvið og til talurnar, m.a. sungu vit tað nýggjasta sigmundskvæðið, tað hjá Jónleifi. Fyrireikararnir eiga rós uppiborið fyri ein fjølbroyttan og upplýsandi fund.

 

Skúvoy 028

Skúvoy 040

 

Skúvoy 046

 

Eftir fundin fóru vit inn á gólvið hjá Hanusi og Kirstin, síðani fóru vit í skúlan, har tey seldu breyð og vaflur. Seinni var dansur. Um níggjutíðina fóru vit úr aftur Skúgvi. Túrurin inn aftur var ikki minni buldrutur, vit vóru á dekkinum og máttu halda fast fyri ikki at verða slongdar higar og hagar.

Skúvoy 033

Skúvoy 034

Skúvoy 067

No comments:

Post a Comment